Er trygdin í lagi?

csm_Eydstein_Olason_dc1098aad7

 

 

Spurningin hoyra vit javnan. Tendrar tú fyri útvarpinum ella hyggur inn á onkran tíðindaportal, so er nærum vist at vit fáa okkurt at vita um trygdina. Er tað ikki onkur av tunlunum, so er tað vegirnir hjá teimum, sum ynskja sær ein tunnil, grótkastið í Skopun, stabilisatorarnir á Smyrli, Nólsoyarferjan ella okkurt heilt annað.

Eitt av feskastu dømunum er byrgingin um Haraldsund, har mett var at trygdin var alt annað enn í lagi – við høgættarstormi og flóð. Kanska er tað ein permanentur tilstandur í Haraldsundi.

Tíðindafólk elska at skriva og tosa um trygdina. Tað er jú heilt fantastiska spennandi, at kunna fortelja fólki um trygdina – helst tá hon ikki er í lagi.

Okkara politikarar vilja ikki vera verri enn tíðindafólkini. Vilja teir hava okkurt at henda á sínum heimabeiti – egna sínar veljarar við onkrari millióna íløgu, og onki brúkiligt argument er fyri, so kann trygdin altíð brúkast.

Við trygdini sum trumfi, hava politikarar fingið síni prosjekt samtykt og slopnir uppí part á langtíðar íløguætlanini.

Nú stendur kappingin um at hava tað vánaligastu trygdina, fyri harvið at sleppa fram um onkran annan í røðini.

Trygdin hjá sjófólki er vissuliga nakað heilt annað. Nú snýr tað seg knappliga um at sleppa undan at gera “íløgur” í trygdina.

Argumentini eru eisini nakað heilt fyri seg. T.d at teir hava siglt í nógv harrans ár – ella – línuflotin fær ikki folk, um vit skulu krevja at men hava trygdarskeið – ella – mann kann ikki krevja at unglingar skulu gjalda fleiri túsund krónur fyri at sleppa til skips.

Kanska Atlantic Airways kann brúka onkur av hasum “gullkornunum” – teir hava flogið í nógv ár, so tað er óneyðugt at fara á skeið.

Váða metingar
Tá arbeitt verður við váðametingum í frálandavinnuni eru tveir spurningar at svara.

Teir eru:

1) Hvussu sannlíkt er tað at óhapp hendir?

2) Hvussu álvarslig kann avleiðingin av einum óhappi verða?

Undir øllum vanligum umstøðum er tað so, at upplæring, vitan og venjing minkar um sannlíki fyri at óhapp hendir, meðan trygdarútgerð minimerar avleiðingarnar av einum óhappi.

Ein bjargingarvestur forðar t.d. ikki nøkrum at detta á sjógv, men avleiðingin verður ikki eins álvarslig, sum hon annars vildi verði.

Tað er bara upplæring, vitan og venjing, ið kann minka sannlíkindini fyri at óhappið hendir.

Føroyar hava mist so nógv fólk á sjónum, at øll kenna onkran sum farin er. Tað er tí heilt ótrúligt at argumentið, sum annars verður brúkt um hvønn vegastubba og hvønn lyktapela slett ikki kemur tingfólki til hugs, tá talan er um sjófólkið.

Hvør skal gjalda, og hvussu nógv, kann verða ein annar spurningur, men við teimum sjónarmiðum sum eru endurgivin úr tinginum í dag, er tíð upp á at seta spurningin:

Er trygdin í lagi?

Eyðstein Ólason
Yvirstýrimaður

Líknandi postar