TÓRSHAVNAR BÁTAFELAG 25

25 TÓRSHAVNAR BÁTAFELAG 25

Debes Danberg, formaður

Í sambandi við at Tórshavnar Bátafelag tann 21. februar í 2023, altso í ár hevur 25 ára stovningardag, hava vit avrátt at fáa hetta minnisrit gjørt. Hetta verður gjørt fyri at varðveita søguligu hendingarnar og tilgongdina í felagnum, hesi 25 árini.

Teir, ið tóku stig til at stovna felagið, vóru Kartni Olsen, Øssur Hjalt og Heðin Ólavson, og vit hava heitt á Sonna Smith um at skriva minnisritið, ið hann eisini hevur gjørt væl og virðiliga.

Okkara vón er, at limir felagsins og onnur taka væl ímóti hesum riti, so øll kunnu síggja, hvussu felagið varð stovnað, og hvussu søga og hendingar í felagnum hava lagað seg tey 25 árini.

Nógv er hent. So nógv og spennandi, at Tórshavnar Bátafelag í dag er eitt felag við umleið 700 limum. Eitt felag, ið er vorðið kent og virt úti í heimi sum eitt virðiligt umboð fyri Tórshavn – Havnina – høvuðstað Føroya. Vit eru stolt og errin av okkara felag, sum bæði føroyskir og útlendskir siglarar eru sera glaðir fyri. Vit eru fegin um at vita, at teir mongu siglararnir, ið vitja Havnina og stórtrívast her, vanliga hava orðið á, hvussu vakur og hugnaligur býur Havnin er.

Nú stendur tað til okkum at røkja tað góða umdømið, sum okkara høvuðsstaður hevur har úti í heimi. Vit fara í hvussu er at halda á í okkara stremban eftir at varðveita okkara felag sum eitt dugnaligt og framasøkjandi felag í Norðuratlantshavi.

Hetta sær út sum reyp. Tað er gott, tí tað er eisini meiningin!

Debes Danberg, formaður

Nevndin í Tórshavnar Bátafelag f.v.: Jegvan Bæk, næstformaður, Odd Bjellvåg, kassameistari, Debes Danberg, formaður, Agnar Poulsen, skrivari, Egil Rasmussen, tiltakslimur, Ella Reinert, tiltakslimur, Jónhild Tummasardóttir, nevndarlimur. (Mynd: Sonne Smith)

HETTA ER TÓRSHAVNAR BÁTAFELAG

Bátafelagið í dag er eitt felag, ið virkar til frama fyri bátaeigarar, fyrst og fremst í Havnini.

   Tað, sum felagið ger nú, er at hava nøkur tiltøk í húsinum, sum felagið hevur fingið bygt sær undir Bryggjubakka í Havn. Her er opið hús mánakvøld, mikukvøld og leygardag fyrrapart. Um kvøldarnar er opið soleiðis, at felagslimir koma og fáa sær ein kaffimunn og práta um gerandisviðurskifti og viðhvørt um støðuna í verðini yvirhøvur. Eisini hugnaprát … og einum sindri av reypi slepst neyvan undan. Her røða fólk – kvinnur og menn – um tað, ið fyriferst úti og heima. Altso, Bátafelagið er, umframt alt hetta gerandisliga, eisini hollur tíðindaberi.

   Fyri kortum fekk nevndin í lag at bjóða fólki morgunmat hvønn leygarmorgun klokkan 10. Morgunmatur leygarmorgun er vorðið eitt sera væl dámt tiltak. Kaffi og rundstykkir, bollar, fransbreyð við osti og kaffi við øðrum ljósum, løttum bakstri, umframt rugbreyð við hevdbundnum viðskera. Alt, ið monnum og kvinnum dámar best. Hvør, ið ger henda morgunmatin, ja, tað gongur upp á skift.

   Øll vaksin fólk kunnu vera limir í Tórshavnar Bátafelag. Her er eisini ein virkin bindiklubbur, ið møtist fyrsta mánakvøld í hvørum mánaði. Nei! Eingin maður er í bindiklubbanum … enn, men tað gongur fínt kortini.

Sigling Mjáflaggadagin við Sumbeam á odda (Mynd: Egil)

Savnast á mjáflaggadegi

Felagið fer undir siglingarárið beint fyri flaggdagin. Tann dagurin verður róptur mjáflaggadagurin. Mjáflaggið er tað, ið vanliga verður rópt vimpil.  Tá savnast bátar alt eftir, hvussu veðrið er. Viðhvørt savnast teir beint uttanfyri bátahavnina – marinaina – í Havn og viðhvørt í Nólsoy, og teir sigla ein túr út á fjørðin. Síðan eru tað ein ella tvær bátsmanningar, ið syrgja fyri at servera sildamat í húsinum. Tað er alt ókeypis, og tað plagar at vera sera hugnaligt. Fólk fáa eisini pylsur og pylsubreyð. Her plaga nógv fólk at koma saman. Tey hittast og møtast til gamans og hugna.

   Henda dagin verður bátafelagsflaggið hongt upp í øllum bátum í felagshøpi.

Sigling Mjáflaggadagin (Myng: Egil)

   Í juni plagar at vera eitt alment barnatiltak, sum felagið skipar fyri í Vágsbotni. Tá verða útvegaðir fleiri gummibátar, sum børnini kunnu rógva í inni í hylinum. Umframt fær bátafelagið nakrar bjargingarbátar, ið verða blástir upp, og sum vaksin og børn spæla sær í. Hetta eru bátar, ið rigga væl til endamálið, og teir eru fulltryggir at spæla í.

   Á hesum barnatiltaki verður serverað pylsur, pylsubreyð, burgarar og leskiligur drykkur afturvið.

   Tórshavnar Bátafelag hevur eisini ein lokadag. Tað er dagurin, tá ið siglingarárið – summarsiglingin – endar, og fyri at lokadagurin skal enda so lukkuliga sum til ber, grilla tey búffar.

Bryggjudansurin (Mynd. Egil)

Bryggjudansurin dugnaði óført

Tann tiltikni Bryggjudansurin hjá Tórshavnar Bátafelag gekk á bryggjuni Vágsbotni í fleiri ár. Her er eingin bryggjudansur longur, tí hann mátti víkja fyri øðrum meiri populerum tiltøkum har á økinum, men bryggjudansurin var eitt tiltak, ið kastaði nógv av sær hjá bátafelagnum. Bryggjudansurin varð brúktur til at savna pengar til at byggja húsið, ið nú stendur í Vágsbotni. Tað var so flott, at dansurin gav til samans eina heila millión krónur í byggikassan hjá felagnum.

Rigga til bryggjudansin (Mynd Egil)

   Húsið er longu goldið, og tá ið tað var avgreitt, varð hildið, at tað var ov nógv stríð at halda fram við bryggjudansinum, umframt at undirtøkan minkaði. Tað eru ikki so nógv fólk í Havn, ið dansa longur. Men, ókey, húsið er goldið, og felagið klárar seg bara heilt væl uttan dansistevini í Vágsbotni.

Valumtøkta nátaveiðslan (Mynd_Egil)

   Í oktobur er nátaveitsla. Tað er eftir, at nátin, nátaungin, havhesturin, havhestaungin er íligin, og svangir, mungandi bátafelagslimir sessast og tríva eftir sínum góða, hvassa knívi og leggja á tann hávirðismetta flogfenaðin.

   Aftrat øllum hesum hava tey nøkur tiltøk nakrar ferðir um veturin. Ein hugnanevnd skipar fyri góðum tiltaki eina ferð um mánaðin, og tað plagar at vera sera hugnaligt. Onkur greiðir frá einum siglingartúri, annar greiðir frá maritimum tólum í bátum, og í januar greiddi ein frá tí áhugaverda at polera trevjuglasbátar, ið man vera ein kunstur í sjálvum sær.

   Í februar mánaði er eitt vetrartiltak aftrat. Tað er eitt rækjukvøld. Við ópilkaðum rækjum væl at merkja. Summi burturav fingrafim duga so væl at pilka rækjur, at tey verða nógv skjótari mett av nøgdini enn hesi, ið duga minni væl at gera sær dælt av framkomnum pilkiførleika.

   Annars er ikki at gloyma skeið ella frágreiðing um fyrstuhjálp, um eld og at sløkkja eld. Ein lívsneyðugur kunnleiki, sum øll siglandi fólk eiga at duga at handfara og taka til sín. Og nettupp tí verða fólk biðin um at koma í húsið í Vágsbotni til tað.

Jólapríddir (mynd: Egil)

Jól í Vágsbotni

Beint fyri jól er hugnakvøld við glöggi við alkoholi ella uttan alkohol.

   Tá ið Jólaskipið kemur, eru bátarnir pyntaðir við ljósum, og tann vakrast ella mest pyntaði báturin verður kosin til at fáa eina lítla virðisløn fyri tann tignarliga ómakin, sum hjá mongum hevur stóran týdning uttan mun til aldur, tí jólahugnin fløvar enn sum fyrr, og soleiðis verður helst altíð so leingi, vit halda jól.

   Nú er ikki at gloyma ársveitsluna, ið, sum heitið sigur, er eina ferð um árið í mars mánaði. Henda veitsla var fyrr hildin í Róðrarneystinum á Argjum. Eisini har minkaði veitsluskarin, so at veitslan er flutt í húsið í Vágsbotni. Men nú, felagið fyllir 25 ár, verður stór veitsla, sum í ár aftur stendur í Róðrarneystinum á Argjum.  

   Ein rættiliga gagnligur fyrimunur hjá limum í felagnum er, at teir hava avtalur við fleiri handlar í Havnini, sum geva 10, 15, 20 prosent í avsláttri av tí, teir keypa. Fyrr skuldu teir vísa limakortið sum samleika fyri hesum forrættindum, men limakortið hevur minni týdning í dag, so nú er bara at siga, at tú ert limur í bátafelagnum, og tú fært yvirhøvur prosent ella avsláttur, sum tað so snilt eitur. Enn eru viðurskiftini so frægt nærumhvørvislig, at fólk kenna hvørt annað. Tíbetur!

Nógnir fremmandabátar vitja(Mynd:Egil)

Týðandi tænastuvirksemi

Aftrat øllum væl umtóktum tiltøkum hevur felagið eitt sera týðandi tænastuvirki fyri bátar, ið koma til Havnar. Henda tænastufunktión er, at Tórshavnar Bátafelag hevur vaskimaskinur og turkitrumlur, sum siglarar kunnu brúka, og her eru brúsur, sum gestirnir kunnu brúka eisini. Hetta gjalda siglararnir fyri við korti. Atgongd er til vaskimaskinur og brúsur um summarið, tá ið tað er siglingartíð. Tænastan er sjálvandi tøk hjá øllum siglarum, sum leggja at í Havn, eisini hjá siglarum úr øðrum plássum í Føroyum.

Útsýni úr húsinum inn yvir Vágsbotn og Skálatrøð. (Mynd: Sonne Smith)

   Tikið verður ímóti bátunum, ið koma til Havnar, tað verður prátað við siglararnar, teir fáa kunning, tá ið teir koma. Og er tað so, at onkur siglari hevur brúk fyri hjálp, tekur fólk hjá bátafelagnum sær eisini av tí. Tað kann vera okkurt við motorinum, tað kann vera okkurt við seglunum, tað kann vera so nógv, men yvirhøvur fær bátafelagið hjálpt so ella so. Sama hvat, teir vitjandi siglararnir eru altíð vælkomnir inn í felagshúsið, tá tað er opið, og tað er nakað, sum teir veruliga eru væl nøgdir við. Er brúk fyri serligum tænastum, eru fólk hjá felagnum fús at hjálpa við tí. Felagið hevur eina skipan, her bátafelagsfólk møta hesum siglarum bæði eina ferð og tvær ferðir um dagin um neyðugt. Alt summarið virkar eitt samstarv, sum er fingið í lag við Tórshavnar havn soleiðis, at Tórshavnar havn er ikki bundin av at skula taka sær av teimum. Bátafelagið hevur kunningartalvu við tí, sum siglarar hava brúk fyri, tá ið teir liggja har og í Tórshavnar havn annars. Bátafelagsfólk fara umborð til teirra, bjóða teimum vælkomnum og greiða teimum frá ymsum viðurskiftum og spyrja, um teir hava nøkur serlig ynski og viðurskifti at fáa greiði á. Hetta er alt skipað, so at tað verður gjørt eina ferð til tvær ferðir um dagin. Ein skipan, sum hevur virkað í fleiri ár.

Wayfarer-jollua (Mynd:Egil)

 Umframt alt hetta hevur felagið í fleiri ár havt tríggjar segljollur, ið verða róptar Wayfarer-jollur. Jollan er ein 16 føtur enskt-konstruerað segljolla, sum eisini verður rópt tann klassiska segljollan. Ian Proctor konstrueraði Wayfarer-jolluna í 1957, og hon er ikki tikin enn, hvørki sum vanlig jolla at sigla við ella sum kappsiglarajolla. Helst tí hon verður javnan dagførd, seinast í 1998 sum Wayfarer World.

  Av tí at áhugin í Havnini at sigla við hesum jollum var ov lítil, seldi felagið Naddoddi á Tvøroyri tvær Wayfarer-jollur seint í fjør. Jollur, sum bátafelagsmenn í Havn vita, at tvøramenn eru sera fegnir um.

   Tórshavnar Bátafelag hevur millum annað eisini samstarv við froskmannafelagið í Havn, Tórshavnar Froskmannafelag av navni, og við Havnar kajakkfelag.

Eitt opið felag

Tað, ið Tórshavnar Bátafelag roynir at gera, er at fáa so nógv virksemi sum til ber saman við øðrum. Tað verður millum annað gjørt við, at um eitt nú froskmannafelagið hevur brúk fyri at koma inn í hølini hjá bátafelagnum, eru teir vælkomnir. Og tá ið nú ymisk tiltøk eru, so eru onnur vælkomin við. Tað vil siga, at Tórshavnar Bátafelag er eitt rættiliga opið felag. Her er eingin avbyrgdur, lokaður skari. Øll kunnu vera limir í felagnum. Tað er eingin treyt at eiga bát fyri at vera limur.

Veitsluhøli. (Mynd: Sonne Smith)

   Í sambandi við siglingarstevnur hjá landsins bátafeløgum farta tey til hvørt í sínum lag. Tórshavnar Bátafelag hevur ikki skipað fyri nakrari stevnu sjálvt, til dømis regattasigling. Ætlanin var tó at gera tað í fjør summar sum ein kompensatión fyri bryggjudansin, ið helt uppat av fleiri góðum grundum: tvørrandi undirtøku og tað, at Tórshavnar kommuna skipar fyri øðrum tiltøkum samstundis. Ætlanin varð sostatt útsett, tí at byggingin framvið kaikantinum í Vágsbotni fór í gongd á miðjum sumri í fjør. Ætlanin hevur í fleiri ár verið at skipa fyri eini bátastevnu, ið so skuldi vera eitt alternativ til bryggjudansin. Ein bátastevna í staðin fyri bryggjudansin.

Henda bátin gjørdi tann dugnaligi handverkarin Øssur Hjalt, sáli. (Mynd: Sonne Smith)

   Bátafelagið í Havn hevur í roynd og veru meira og minni samband við fleiri hundrað bátar og fólk, og tú kanst gerast limur í felagnum við at tekna teg á heimasíðuni. Nógvar upplýsingar eru á heimasíðuni, eitt nú at limagjaldið verður goldið automatiskt, tá ið ein persónur hevur teknað seg sum lim.

Til gaman og álvara 

Tað er bíligt hjá limum í felagnum at leiga høli í húsinum. Tú kanst leiga eitt hugnaligt, væl útgjørt og væl røkt høli til fagnaðarhøvi sum føðingardag, konfirmatión, barnadóp ella annað tiltak í veitsluhøpi. Ikki bara til veitslu og gaman, men eisini til ervi til dømis.

   Leigupeningurin fer millum annað til SEV og olju, toilettlutir, viðlíkahald, kaffi, bollar og breyð og alt sovorðið vanligt, ið skal til fyri yvirhøvur at vera til.

   So at siga øll feløg hava fund av og á. Kajakkfelagið kann til dømis læna høli frá bátafelagnum til fundir. Ja, og Froskmannafelagið ikki at gloyma.

   Húsið verður eisini lænt út til nakrar heilt fáar felagsskapir, ið hava góðgerandi endamál. Hetta fevnir eisini um feløg, sum grynna í pengakassanum. Vilja tey læna høli til sín aðalfund og tílíkt, eru tey vælkomin til tað.

   Havnar kirkja, Dómkirkjan, fevnir um sína egnu kirkjusókn. Tann gamla kirkjan stendur stutt frá bátafelagshúsinum, og aftur her hava kirkjuráðið og bátafelagið eina virðiliga og kærkomna avtalu um, at kirkjuráðið heldur sínar fundir fyri einki í húsinum hjá Tórshavnar Bátafelag, meðan húsið, Arnes Minde, verður umvæld. Alt sovorðið virksemi fer fram, tá ið hølini hjá bátafelagnum ikki verða brúkt kortini.

Ein trygg havn

Tað vísir seg, at Tórshavnar Bátafelag sum marina er vorðið kent og virt nógvastaðni úti í verðini, og tey har úti vita um Havnina, men tað eru eisini mong, sum ikki vita. Siglarar, verðinsmenn og -konur kanna tíðum fasiliterirnar, áðrenn tey stevna til havs við kós móti Føroyum. Eitt dømi er nakrir írar, sum lógu í Vágsbotni eitt summarið. Teir vóru ótrúliga hugtiknir av teimum góðu fasilitetunum, sum teimum stóð í boði at brúka á landi,. Teir vóru fegnir um teir skilagóðu prísirnar fyri at liggja við bryggju og fáa el og vatn og alt, ið hoyrir til tey mongu tilboð, tey kunnu fáa gagn av, meðan tey eru her. Og so, sagt við teirra egnu orðum, mitt inni í hjartanum í einum fantastiskum høvuðsstað. Tað í sjálvum sær er fløvandi at fáa at vita um Havnina. Tað er rættiliga framíhjá og óvanligt at kunna liggja so langt inni í einum býi. Hetta er sambært bátafelagslimum næstan sum at vera á bryggjuni í Bergen. Hetta er tann kensla, sum teir mongu útlendingarnir hava, tá ið teir koma í Vágsbotn.

   Ofta verður spurt um at fáa bílagt eitt pláss við bryggju í Vágsbotni, men í Havn er skipanin soleiðis, at er pláss, tá ið tú kemur, so fært tú pláss at liggja. Er einki pláss, so mást tú fara onkra aðrastaðni, men Tórshavnar Bátafelag kann heilsa og siga, at hesi seinnu árini, hóast trýstið hevur verið stórt, hava allir bátar altíð fingið pláss onkursvegna.

   Tað hevur bara gingið. Tá ið tað var upp á tað mesta í fjør summar, vóru umleið 35 bátar inni í marinaini í Havn. Tá var øgiligt trýst á. Upp í fimm bátar lógu uttaná hvørjum øðrum. Hylurin var kjokkfullur, og bátar lógu hinumegin – eystarumegin – eisini. Men tað, sum bátafelagið roynir, er at hjálpa so væl sum yvirhøvur til ber, tí hesir siglararnir eru komnir langa leið. Tað tekur altíð nøkur samdøgur, sama hvaðan tú kemur í verðini, tá ið tú ert á opnum havi og skalt til Føroya, serliga við seglbáti. Kvinnur og menn eru mangan troytt eftir eina drúgva ferð. Tey hava brúk fyri at sleppa í brúsubað, fáa skil á klæðum, so tað er rættiliga umráðandi ikki at skula senda tey avstað aftur og finna sær eina aðra havn.

Veggin í hesum felagshøli prýddi Tummas Michael Smith, sáli í síni tíð. (Mynd: Sonne Smith)

   Fleiri, ið hava verið her, koma ár eftir ár, og tá ið tú so kemur gangandi eftir kaini, kann saktans runga eitt “Halló! Ert tú aftur her?”

   Húsið hjá bátafelagnum sæst. Tað er lætt at greiða útlendingum frá, hvar felagið er, tí húsið hevur tveir litir: blátt og gult.

Hegin og Kartni ríva gamla húsið niður (Mynd: Egil)

Gunnar Hoydal teknaði felagshúsið

Blátt og gult! Gunnar Hoydal, arkitektur, sáli teknaði húsið hjá Tórshavnar Bátafelag. Hann gjørdi tað sera bíliga, millum annað afturfyri at hann slapp at gera av, hvørjar litir húsið skuldi hava. Tað slapp Gunnar, og líkt er til, at eingin hevur angrað, at hann ásetti litirnar í hesum vakra húsi í Vágsbotni. Tað stóð liðugt í 2014, eftir at øgiliga nógv fólk sjálvboðin við likam og sál høvdu lagt sítt arbeiði í fyrireikingarnar til byggingina og sjálva byggingina. Eisini Tórshavnar kommuna veitti tann stuðul, sum kommunan vanliga ger til sovorðin frítíðarfeløg. Í bátafelagsins føri læt Tórshavnar kommuna 30 prosent av byggikostnaðinum. Eitt tal, ið munar! Kommunan rindaði eisini lyftuna í húsinum og gjørdi sostatt sína skyldu við at rudda slóð fyri øllum í sambandi við atkomu úr einari hædd í aðra.

   Samanumtikið hevur bátafelagið alla tíðina havt góð viðurskifti við Tórshavnar kommunu og ikki minst Tórshavnar havn, tí heilt frá stovnanini í 1998 til henda dag hevur bátafelagið gjørt sítt ítarsta fyri at gera sína ávirkan galdandi soleiðis, at Vágsbotnur er tað, hann er: vakur, reinur og nossligur.

Triðja hætt komin upp (mynd Egil)

   Tórshavnar Bátafelag er eitt sera virkið og stórt felag. Tað er ivaleyst tí, at tað er so populert at sigla. Tað er hugnaligt at sigla. Túrarnir eru nógvir og góðir. Sjálvt felagið hevur skipað fyri nøkrum túrum, millum annað ta tíðina, tá ið Norröna sigldi til Norra. Felagið skipaði eisini fyri einum túri suður á Tvøroyri í 1999, einum túri til Svínoyar og einum til Skálavíkar. Ætlanin var at fara ein túr aftrat til Svínoyar, men tá kom hann av landsynningi, sum er ringasta ætt í Norðuroyggjum. So avrátt varð at fara gjøgnum Djúpini í staðin fyri og rundan um Eysturoynna.

   Tað, at felagið er her, og limir hittast, er ein týðandi grund til, at bátaeigarar, siglarar, sjálvir skipa fyri egnum túrum oyggj úr oyggj eisini, bæði einstaklingar og tveir, tríggir saman til dømis.

   Tórshavnar Bátafelag er eitt tað fyrsta væl virkandi felagið av sínum slag í landinum. Tað hevur eggjað til og kveikt í tann mun, at í dag eru fleiri bátafeløg í landinum.

   Einki er at ivast í, at landsins bátafeløg hvør í sínum lag og saman hava elvt til, at siglingarhugurin í Føroyum er vaksin heilt nógv, síðan Tórshavnar Bátafelag varð stovnað fyri 25 árum síðan í 1998.

Teir tríggir stigtakararnir til at stovna Tórshavnar Bátafelag í 1998 f.v.: Kartni Olsen, Øssur Hjalt, sáli og Heðin Ólavson. (Mynd av mynd í glas og rammu: Sonne Smith)

TRÍGGIR GINGU UNDAN

Tórshavnar Bátafelag varð stovnað í 1998. Teir tríggir, Kartni Olsen, Øssur Hjalt, sáli og beiggi hansara, Heðin Ólavson,  tóku tað søguliga stigið at stovna hetta nú so hámetta og tignarliga felag í Havn tann 21. februar í Müllers pakkhúsi

   Heðin Ólavson fortelur í hesum sambandi, at hann hevur altíð havt sera stóran áhuga fyri bátum, skipum og sjónum yvirhøvur. Tað sama er at siga um bróðir hansara, Øssur, sum legði árarnar inn í 2021, 73 ára gamal.        

   Øssur átti ein bát, Norðbúgvin, eitt áttamannafar, bygt í Kaldbak, og brøðurnir báðir brúktu bátin nógv.

   Einaferð vóru eini grindaboð. Ein riðil av bátum fór út, men ikki sást munur á í Vágsbotni. Tað tóktist, sum akkurát líka nógvir bátar lógu bundnir við brúgvarnar. So sigur Heðin ein dagin við Øssur: “Kom og ger okkurt stuttligt, so tað er meiri áhugavert at eiga bát!”

   Teir prátaðu aftur og fram um hetta og fantaseraðu øgiligt. Teir gingu runt og njósnaðust og vóru millum annað yviri hjá Valdemar Lützen og vitaðu, um nakað høli var har. Og so hevði Øssur møtt onkrum. Ein var Kartni Olsen, sum alt fyri eitt var fúsur at fara í samráð við brøðurnar um at gera okkurt skilagott bátsliga.

   Ein dagin kom ein heilur floti av norskum bátum inn á Havnina ávegis til Havnarfjørðin í Íslandi. Tað var rættiliga nógv fólk í Vágsbotni tann dagin, og tá var tað, at teir tríggir, Kartni Olsen og brøðurnir Heðin og Øssur, gingu við skeltinum við áskriftini:

BÁTAÁHUGAÐI!
ÆTLANIN ER AT STOVNA
BÁTAFELAG, UM TÚ HEVUR
ÁHUGA, SET NAVN OG TLF.
NR. HER, OG TIT FRÆTTA AFTUR
VIÐ BÁTAKVØÐU
KARTNI – ØSSUR – HEÐIN

   Sama ger. Hetta var sera snilt júst tá, tí at fólk fóru at fjeppast uppi í hesi áheitan, og nógv nøvn komu upp á listan beinanvegin.

   Eftir tað varð listin lagdur niðan í hølini hjá handlinum Bátatænastuni í Gríms Kambans gøtu. Hetta var sjálvandi, áðrenn Bátatænastan flutti út í Sandagerðið.

   Tá ið innsavnararnir høvdu fingið eini 120 nøvn upp á listan, avráddu teir at stovna felagið úti í Müllers pakkhúsi tann 21. februar 1998.

   Í tí fyrstu gerðarbókini hjá felagnum stendur á síðu 1 og 2:

Ársaðalfundur

Ár 1998 tann 21. februar kl. 14:00 var stovnandi ársaðalfundur í Tórshavnar Bátafelag.

Til fundin vóru møttir 26 áhugaðir luttakarar. Fundurin valdi Bjørn á Heygum til fundarstjóra. Fundarstjórin lýsti fundin lógliga settan og fult viðtøkuføran.

Skotið var upp at broyta lógir felagsins sambært fyriliggjandi uppskoti, ið varð lisið upp á fundinum.

Nýggja lógaruppskotið varð hereftir einmælt samtykt. Somuleiðis varð samtykt at ganga undir tær reglur, sum ásettar vóru í brúkssáttmálauppskoti frá Tórshavnar kommunu viðvíkjandi leigu av matr. nr. 177b í Vágsbotni.

Fundurin var samdur um at bjóða til kapping um eventuelt nýtt navn og búmerki hjá felagnum.

Fundurin var samdur um, at nýggj limatekning skuldi fara fram.

Limagjaldið varð fyribils ásett til kr. 100 árliga.

Í nevnd felagsins vórðu hereftir valdir:

Øssur Hjalt, Heðin Ólavson, Kartni Olsen, Petur M. Jensen, Palli á Dul

Til grannskoðara varð valdur:

Óli Hansen

Til eykalimir í nevndini vórðu valdir:

Henning Eysturoy, Benadikt Petersen

Fundur lokin kl. 15:00

Sum fundarstjóri:

Bjørn á Heygum

Stovnararnir løgdu til brots við at finna felagnum høli. Tað var eitt. Teir fingu fyrst eina hædd uppi yvir kjallaranum í húsinum, her nýggja húsið hjá bátafelagnum stendur nú. Síðan fingu teir kjallaran eisini.

Tann 1. mars varð nevndin skipað:

Formaður                            Kartni Olsen
Næstformaður                    Øssur Hjalt
Kassameistari                      Petur M. Jensen
Skrivari                             Heðin M. Ólavson
Limur                                Palli á Dul

Bjargingarfelagið helt annars til í hesum hølunum. Teimum dámdu lítið, at bátafelagið skuldi hava fingið tey, tí tað skuldi líkasum seta trygdina í váða, at eitt felag hjá stuttleikasiglarum kom og trokaði bjargingarfelagið út. Úrslitið varð tó, at Tórshavnar býráð spældi væl við, og tað endaði við, at bátafelagið fekk øll hølini á matriklinum. Tað var nú ikki so nógv, men bátafelagið fekk tað at virka, og tað virkaði væl, limatalið í bátafelagnum vaks og vaks. Bjargingarfelagið heldur nú til í hølum á vestaru bryggju.

   Tann fyrsti bryggjudansurin varð eitt árið ásettur at vera um norðoyastevnutíð, men so varð eitt ógvuliga víðfevnt, lemjandi verkfall. Eingin matur kom til Havnar, so bryggjudansurin varð útsettur ferð eftir ferð. Hetta vardi næstan til ólavsøku, og tað varð eitt plettskot! Tað eydnaðist so væl, at dansurin, ið nú bar heitið Bryggjudansurin, varð eftir hetta hvørt ár stutt fyri ólavsøku.

   Stríðið, samanhaldið, hugnin, úrslitið hjá sjálvbodnum felagslimum av at standa í felag bryggjudansikvøldið ár eftir ár í rættiliga nógv ár og steikja búffar og garnera teir við salatbløðum av ymsum slag til bryggjudansigestirnar og fylla plastíløtini við góðum øli afturvið var eitt kærkomið høvi. Eisini tí at Bryggjudansurin, tá ið av tornaði, samlaði umleið eina millión krónur í felagskassan at byggja nýtt hús fyri. Tað var hugaligt. Eitt árið vóru eini 1400 fólk í bryggjudansi í Vágsbotni. So, har smoygdu rættiliga nógvir bátafelagslimir upp um armar og grillaðu búffar í sveittabroti. Musikkin leveraðu millum annað tað frálíka LM Band í fleiri ár, Bergur Jacobsen og hansara fólk og ta einu ferðina tann víðakendi vágbingurin Hans Jacob Hjelm og hansara menn.

   Tíðin gongur skjótt, og tíðin gekk eisini skjótt hjá Tórshavnar Bátafelag. Tað ber til at siga, at áðrenn felagslimir varnaðust kom 2010. Teir hugdu í felagskassan og sóu, at har fløddi í pengum. Nú varð stigið tikið. Nú skuldi byggjast!

Húsið hjá Tórshavnar Bátafelag. Í bryggjuhædd er matstovan Umami. (Mynd: Sonne Smith)

TAÐ BLÁA-GULA HÚSIÐ Í VÁGSBOTNI

Tórshavnar Bátafelag fekk sær Magnus Petersen, advokat sum formann í bygginevndina í sambandi við, at avgerðin var tikin um at byggja felagshús í Vágsbotni á nett sama matrikli sum tann, har tað gamla húsið stóð til 2013.

Tann 9. septembur í 2013 skrivar in.fo:

Í dag klokkan 13 varð skipað fyri móttøku undir Bryggjubakka í Havn, har Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, setti grabban í gamla felagshúsið hjá Tórshavnar Bátafelag.

Løtan byrjaði við kaffi og køkum á bryggjuni, og síðan fóru Heðin Mortensen og formaðurin í Tórshavnar Bátafelag, Kartni Olsen, upp á balkongina í bátafelagshúsinum at siga nøkur orð, áðrenn niðurtøkan av bygninginum byrjaði.

Kartni Olsen var hin fyrri, ið tók orðið. Hann segði, at hølini undir Bryggjubakka hava verið hugnalig, men tey eru ikki tíðarhóskandi.

– Umframt at felagið er væl stuðlað við sínari bygging – í fyrsta lagi av Tórshavnar kommunu og síðan av eitt nú oljufeløgum og tryggingarfelag – hevur bryggjudansurin, sum vit hava havt undir Bryggjubakka, verið eitt sera gott íkast.

Kartni Olsen fegnaðist um tað góða samstarvið, sum Tórshavnar Bátafelag hevur við býráðið og Tórshavnar havn, og hann fegnaðist um allan tann stuðul, sum felagið hevur fingið.

Tað er Gunnar Hoydal, ið hevur teknað snotuliga bátafelagshúsið, og tað verður Búsetur, ið fer at taka sær av byggingini.

Eftir røðuna hjá formanninum í Tórshavnar Bátafelag, segði hann við in.fo, at húsið væntandi fer at kosta einar fimm milliónir krónur, og sambært byggiætlanini stendur nýggja felagshúsið liðugt í seinnu helvt av mars mánaði næsta ár.

– Limunum í felagnum er álagt at arbeiða ókeypis fyri 600.000 krónur, legði Kartni Olsen aftrat.

Eftir at bátafelagsformaðurin hevði havt sína røðu, segði borgarstjórin, Heðin Mortensen, eisini nøkur orð.

Hann fegnaðist um dagin og løtuna, nú gongd kemur á byggingina av nýggja felagshúsinum.

– Tórshavnar Bátafelag hevur havt stóran týdning fyri umhvørvið í Vágsbotni, og vit ivast onga løtu í, at nýggja felagshúsið verður til gleði fyri mong.

Borgarstjórin ynskti Tórshavnar Bátafelag til lukku við byggingini, og hann ynskti eisini Búsetri góða eydnu við byggiarbeiðnum.

Eftir at røður vóru hildnar, setti Heðin Mortensen seg í ta stóru beltamaskinuna, og væl hjálptur av kønum fólki reiv hann fyrsta partin av bygninginum.

Borgarstjórin tóktist hugtikin av slíkum arbeiði, tí áðrenn hann fór úr aftur maskinuni, hevði hann við stóra grabbanum rivið fleiri ferðir í gamla bygningin og skrætt timbur av honum.

Magnus Petersen, advokatur sigur í sambandi við nýbyggingina, at áðrenn farið varð í holt við bygging, gjørdi Kartni Olsen, táverandi formaður, eitt kunststykki við at mæla til at biðja Gunnar Hoydal, arkitekt, sála um at tekna bygningin.

   Kartni hevði fyrst verið hjá Albert Isfeld, arkitekti, sum hevði gjørt onkra skitsu, men Kartni visti, at Gunnar Hoydal sum býararkitektur og limur í Reynanevndini hevði eitt stórt orð at siga í nevndini. Reynanevndin skuldi síggja til, at býlingurin úti á Reyni í øllum føri verður varðveittur í sínum upprunalíki og -skapi. Fortreytin fyri, at hetta felagshúsið yvirhøvur kundi verða bygt, var, at Tórshavnar Bátafelag undir ongum umstøðum kom í kløtur við Reynanevndina.

   Tað orðnaði Gunnar Hoydal upp á ein fínan máta við at tala gott fyri ætlanini. Hann teknaði nú bygningin, og Magnus Petersen, advokatur kom upp í bygginevndina, sum eisini varð mannað við Jens Marius Poulsen hjá Tórshavnar kommunu og Johan Poulsen, verkfrøðingi.

   Nevndin fór í gongd, fyrst og fremst við at útvega fígging og byggiloyvi og at gera ein verkætlanarsáttmála. Bátafelagið bjóðaði ætlanina út millum fleiri arbeiðstakarar.

   Nógv er at gera í sambandi við slíka bygging. Tað endaði við eini heildarútbjóðing við lægstbjóðandi, Búsetur, ið lúkaði allar treytir hjá bátafelagnum. Tað gekk alt sambært formanninum í bygginevndini rímiliga væl. Onkur tvídráttur tók seg upp, sum partarnir kláraðu at loysa í tíðini millum 2010 og 2013. Tað varð til ein sáttmála í 2013 upp á 4,1 millión krónur uttan mvg.

   Samanumtikið vóru tær einstøku upphæddirnar, allar uttan mvg: verkætlanarsáttmálin 4,1 millión krónur, og tekningarnar kostaðu ómetaliga lítið, bara 48.000 krónur, byggiráðgevingin var 265.000 krónur, samsýning til innbodnar arbeiðstakarar, sum ikki fingu arbeiðið, 50.000 krónur, tryggingarútreiðslur 60.000, mettar byggilánsrentur 115.000, og so varð sett av til møguligar ókendar útreiðslur 300.000 krónur. Advokaturin fekk einki, so tað til samans gav stívliga 4,9 milliónir krónur.

   Felagið átti slaka millión, ið sum fleiri ferðir nevnt kom frá Bryggjudansinum, tvær milliónir vóru frá kommununi, rættiliga fitt av sjálvbodnum arbeiði varð til 379.000, stuðul frá Statoil kom upp á 200.000, Atlantic Petroleum játtaði 116.000 í stuðli, og fyri at tað skuldi hanga saman, fekk bátafelagið eina lánitilsøgn frá Norðoya Sparikassa upp á 1,5 milliónir krónur, og til samans rindaði TAKS felagnum eina millión aftur í mvg.

   Fíggingin frá Norðoya Sparikassa er afturgoldin fyri meira enn einum ári síðan. Støðan er tann, at Tórshavnar Bátafelag skyldar ongar pengar, og felagið er í minsta lagi vert einar seks-sjey milliónir krónur, og tað tjenar pengar omaná alt. Millum annað av matstovuni Umami á bryggjuhædd.

   Tað er sjálvandi ikki endamálið við einum felag sum Tórshavnar Bátafelag at tjena pengar, men kortini er tað gott at hava nakað av inntøku, tí húsið við øllum sínum fasilitetum skal røkjast og haldast við líka, og húsið skal eisini hava pengar til sjálvan raksturin og til støðugt at betra tað, ið neyðugt er at betra. Sitandi kassameistari upplýsir, at húsið er betrað í hansara tíð sum kassameistari fyri eina hálva millión krónur. Felagið hevur við sjálvbodnum arbeiði so at siga einki goldið í arbeiðsløn, og her er vert at nevna, at eitt úrslit av sjálvbodnum arbeiði er, at alt húsið er málað fyri einki. Jú, eitt sindur fór til pizza.

   Ein ótrúliga góð hjálp í tí skilagóða rakstri, sum Tórshavnar Bátafelag kann loyva sær at kunngera, er støðug vælvild frá Tórshavnar kommunu, ið hevur fíggjað 30 prosent av húsinum undir Bryggjubakka. Ella í Vágsbotni. Adressan er í hvussu er:

Tórshavnar Bátafelag

Bryggjubakki 20

FO-100 Tórshavn

[email protected]

Tann 21 februar eru liðin 25 ár, síðan Tórshavnar Bátafelag varð sett á stovn. Í tí sambandi er ein RIMMAR VEITSLA við øllum, ið hoyrir til eina gamaldags veitslu. Veitslan verður leygarkvøldið tann 18. mars 2023 í tí heiðurskrýnda Róðrarneystinum á Argjum.

   Hjartaliga til lukku, Tórshavnar Bátafelag!

Veitsla í Róðrarneystinum á Argjum. (Mynd: Tórshavnar Bátafelag)

Tak niður sum Pdf

Líknandi postar