Stovnan
Tórshavnar Bátafelag varð endurstovnað 21. februar 1998 í “Müllers pakkhúsi”. Tað vóru Kartni S. Olsen og brøðurnir Heðin og Øssur Hjalt, sum tóku stig til stovnanina.
Endamál
Er at fylkja allar bátaeigarar og bátaáhugaðar, at skipa fyri felags tiltøkum, at veita tænastur til limir eins og vitjandi bátaeigarar og annars at tæna áhugamálum limanna innan- sum uttanlands.
Limir
Limur kann gerast einhvør bátaáhugaður, sum gongur undir lógir felagsins. Felagið hevur fingið dygga undirtøku. Limatalið er farið upp um 700 limir. Teir búgva kring allar Føroyar. Ja, enntá í Kina og USA. Hetta ber boð um eitt vælumtókt og virkið áhugafelag.
Limagjald
Á aðalfundi felagsins sep. 2014 var limagjaldið ásett til 300,00 kr. árliga.
Limakort
Limir í bátafelagnum fáa avsláttur frá fyritøkum í kommununi av keypi av útbúnaði, ið náttúrliga hoyrir báti og veiðu til.
Avslátturin fyri fæst bert við at framvísa limaprógvið.
Kortið ber prógv um goldið limagjald. Limagjaldið er sum oftast vunnið aftur eftir einum keypi.
Kortið fært tú niðri í felagshølunum.
Ávirkan
Felagið virkar fyri at betra um umstøðurnar hjá bátaeigarum. Felagið hevur gjørt sína ávirkan fyri m.a. at fáa ravmagn og vatn lagt út á allar bátabrúgvar. Eftir áheitan felagsins hevur havnanevndin sett bryggjuplássið undir el- og vatnhúsinum niðanfyri felagshúsið í Vágsbotni av til vaskipláss eins og úr-/umborðskipan fyri bátar.
Umhvørvi
Umhvørvissetningurin hjá felagnum er at halda pláss og bátahavnir so reinar sum yvirhøvur gjørligt. Felagið hevur gjørt sína ávirkan galdandi í sambandi við oljudálking. Vágsbotnur er blivin ein perla í høvuðsstaðnum.
Felagshús
Bátafelagið heldur til í Vágsbotni Bryggjubakki 20. Á aðalfundi felagsins í 2003 varð samtykt at seta pening í grunn til at útvega felagnum egin felagshús, ístaðin fyri at leiga.
Felagshúsið var formliga avhendað frá Búsetur til bátafelagið tann 28. juli 2014. Sum ikki óvanligt í byggimálum er bygningurin leveraður við “mangulslista”. Í næstum verður skipað fyri at sjálvboði arbeiði við at innrætta 2. og 3. hædd sett í verk.
Tænastur
Karmar eru skaptir fyri bátavitjanir. Í felagshølunum er serstakt innrætta á 3.hædd trý brúsurúm við wc og møguleika fyri at vaska og turka klæðir. Føroyingar eins og útlendingar, ið koma at vitja bátafelagið, fara at hava stóra gleði av hesum góðu umstøðum.
Loksins eftir áhaldni hevur tað eydnast felagnum at fáa havnina at seta upp gjalds el- og vatnpostar á bryggjukantinum í Vágsbotni til vitjandi bátar.
Vitja allar oyggjar
Eitt av mongu málum felagsins er at vitja allar havnir og oyggjar í Føroyum innan eitt rímuligt áramál.
Felagið hevur fyriskipað felags siglitúrar/vitjanir, m.a. suður til Trongisvágs at vitja bátafelagið Naddod inni á Tanganum, útferðartúrar eru gjørdir til Kollafjarðar, Selatraðar, Svínoyar, Oyndarfjarðar, Kunoyar, Hest, Vestmanna, Gøta, Klaksvík, Streymoy, Vágoy, Sandoy o.fl.