Hølið verður bert útlánt til limir, íð hava havt limaskap og goldið limagjald í felagnum í minst eitt ár.

Stólar og borð verða ikki lánt út.

Leiðbeining fyri útleigan:

Góði limur!!

  • Vinarliga heiti á gestir tykkara at parkera á Skálatrøð
  • Royking er ikki loyvd í hølum felagsins.
  • Ongin ventilatión er í hølinum, so ræstur matur og havhestur kann ikki steikjast/kókast í hølinum.
  • Steintoy o.a. verður ikki lánt út úr húsinum.
  • Verður nakað av týdningi brotið, verða tit biðin um at siga okkum frá, endurgjald verður lagt afturat.
  • Ruddið borðini og stólarnir skulu stáplast.
  • Gólvið skal dustsúgvast og vaskast eftir nýtslu.
  • Heitt verður á tykkum at tøma ruskíløt. Bingja er uttanfyri.
  • Minnist til at taka allar egnar lutir við heim, eisini gloymd klæðir.
  • Tit hava skyldu at halda møguligar almennar ásetingar, sum verða settar í sambandi við útleigan, og ábyrgdist leigarin fyri teimum meðan leigutíðin er.
  • Gjaldast skal áðrenn atgongd verður latin til hølið.
  • Prísur: 1500,00 kr / døgn

Hølið er upptikið hesar tíðir (Sí annars kalendara)

Mánakvøld 2000-ca.2300
Mikukvøld 2000-ca.2300
Leygardag 1000- ca.1300

Í hølinum kann dekkast upp til í mesta lagi 72 fólk

 Hentleikar:

Stórt sjónvarp
20 borð. 70×120
80 stólar.
2 Vanligir ovnar
80 stk. Døgurðatallerkar , kaffistell, knívar, gaflar
Annað: Grýtur, pannir, steikigrýtir, serveringsføt

Meira fæst at vita við at skriva teldupost til [email protected]

Lásasystemið til felagshølið