Birgir Enni, greiddi frá

hhh jj

 

 

 

So var útsetta tiltaki við Birgir Enni, har hann greiddi frá cruise ferð í Caribien við stóra seglskipinum “Star Clipper”

Við sínum livandi frásøguhátti greiddi Birgir, fyrst frá sínum barnaárum og síðan vaksnamannalívið, har bátar, skip og sjógvur hava verið ein stórur partur av lívi hansara. Síðan við myndum frá hesum seinasta túrinum við stórum seglskipi gjøgnum Panama veitina og á Cuba og har á leið.

Eftir hesa frágreiðing kom hann eisini inn á aðrar túrar hann hevur gjørt.  M.a. vitja familju í USA, har ein ommubeiggi hansara flutti til í 1908 og hevur samband hevur verið síðan. Tey hava vitja USA  eins og hini eisini hava vitja hendanvegin í fleiri umførum.

Annar túrur var, tá hann og børnini vóru við til filmsupptøkur umborð á “Sjórøvaraskipi” í Vestindia sum brúkast skuldu í samband við filmin um Barbaru.

Hansara virkna lív umborð á Norlýsinum, hevur ført til vinarbond, sum hava gjørt at hann er komin víða um í  heiminum, og skuldi hann til Bukarest morgunin eftir, at vitja og matgerða fyri rumenskum fótbóltstoppum, sum vóru umborð á Norðlýsinum í summar.

Reyði tráðurin í frágreiðingum hansara var, at tað er bara at fara av stað og takað upplivingarnar sum tær koma.

Eini 30 fólk høvdu leita sær í bátafelagið at líða á.

Vit takkað Birgiri fyri áhugaverda frágreiðing.

28.01.16 ÁS

Líknandi postar