Rækjuhugnin

40 limir høvdu leita sær oman í bátafelagshølini til rækjuhugna, fríggjakvøldið 19. Februar kl 20, hetta hóðast stórur vinningur var í gekkinum, men gott er at síggja hvat fólk tekur frammum.

Kvøldið byrjaði við onkrum góðum til góman, tá komið var um dyrnar, og lítlan hálvan tíma seinri, kundi Rúni siga vælkomin og stutt greiða frá,  hvussu hugnanevndin var komin ílag og síðan bjóða gestunum til at fáa sær tað tey vildu av rækjum  við breyð og øl/vín afturvið.

At borðreiða á, var nýttur lítil bátur,  har alt gott var sett fram, m.a. vín og øl, breyð og eitt stórt ílæt við ópilkaðum rækjum og eitt gamalt eyskar og oysa upp við.  Onkur helt at hetta mundi vera mest avmyndaði bátur í  felagnum.

Eisini var hugna um hølini, við signalfløggum, seglum, árum, rúsum og gomlum fiskireiðskapi v.m.

Aftaná at øll høvdu eti tað tey orkaðu av rækjum v.m. var bjóða vælsmakkandi køka og  kaffi omaná. Síðan vóru sanghefti tikin fram, og við góðum harmonikutónum frá Torkil Dam, var sungi og tralla til útum miðnátt, tá tað fór at minkað við fólki.  Samanumtikið eitt ógvuliga hugnaligt kvøld, vildu fólk verða við.

Hugnanevndin takkar vitjandi, og serliga teimum sum vóru við til at ruddað upp aftaná, og fáa avlop til høldar, eins og teimum sum lánt høvdu tilfar at hugna um við.

23.02.16 ÁS

1 2 3 4 5

 

Líknandi postar