Bátaøkið á Skálatrøð frá teymum til bummar

skála

 

 

 

 

 

 

 

Tað hevur leingi verið eitt ynski hjá teimum, sum hava bátateym á bátaøkinum við Skálatrøð, at báturin kann fáa pláss við ein bátabumm ístaðin. Tað er nógv høgligari at hava pláss við eina flótibrúgv, og ikki heilt vandaleyst at sleppa umborð á ein bát, sum liggur við teym.

Byráðið samtykti í gjárkvøldið at játta 2,235 miljónir til endamálið. Tað eru 27 bátapláss við Skálatrøð sum hava teym. 75 metrar av nýggjum flótibrúgvum við tilhoyrandi bátabummum, geva pláss fyri teimum 27 bátunum, sum nú liggja við teym, umframt 18 bátapláss afturat.

Brúgvarnar verða á umleið sama støði, sum nýggju brúgvarnar á Argjum, ið eru útgjørdar við elsteyrum, ljósi og vatni. Brúgvarnar koma at hava umleið somu frástøðu frá virkseminum hjá MEST, sum verandi brúgvar.

Formaðurin í Vinnunevndini, Sjúrður Olsen, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, fegnast um samtyktina, bæði tí at enn fleiri bátapláss verða, men serliga tí at bátaplássini verða nógv tryggari enn frammanundan.

Tórshavn

Líknandi postar