Hanus Kjølbro: “Veður – og at siga frá veðri”

 

dddNæsta tiltaki í vetrarskránni hjá bátafelagnum, var mikukvøldið 18. nov.
Hanus Kjølbro var komin norðan av Viðareiði at hava fyrilestur undir heitinum: “Veður – og at siga frá veðri”
Byrja var við veðurtíðindum, sum ofta hoyrast í  radiolurtinum, ið ljóða nakað soleiðis:

Eitt lágtrýst tekur seg upp vestanfyri Føroyar, gongur í ein landsyning og dýpist. Brúgvaløg nærkast Føroyum o.s.fr………… Hvat vil hetta siga fyri veðrið hjá okkum ????

Hanus greiddi frá, um lágtrýst, hátrýst og brúgvaløg v.m. við grundarlag í “Bracknell” veðurkortinum, á ein slíkan máta at man sjálvur kundi gerða sær eina meining um veðrið, og hvat hetta hevði við sær av vindi og avfalli v.m. Eins og lokal fyribrygdi vóru nevnd, s.s. høgætt er góð í Havn, meðan útsyningur í Norðoyggjum er góður o.a.

Eitt annað veðukort í Hanusi dámdi sera væl var http://earth.nullschool.net og greiddi hann gjølla frá møguleikunum í hesum korti.

Ein sera áhugaverdur fyrilestur í vardi útvið 1 ½ tíma, væl krydraður við skemtisøgum ímillum, so láturin rungaði millum teir uml 35 áhoyrararnar sum komnir vóru at lurta.

Sjálvsagt var kaffi og heimabasktur eisini at fáa.

Link til nevndu veðurkort og onnur, liggja á heimasíðuni undir “Sigling

Bátafelagið takkar Hanusi hjartaliga fyri !

 

fff    aaaaaa

19.11.15 ÁS

 

Líknandi postar