Nátaveitslan

tt

Fríggjadagin 2 oktober var árliga nátaveitslan hildin í hølum felagsins í Vágsbotni. Umleið 50 limir høvdu teknað seg til veitsluna.

Vanliga hevur veitslan verið hildin í kjallaranum í gomlu húsunum, har í mesta lagið 35 hava luttikið vegna plásstrot.  2 tey seinru árini, meðan húsabygging hevur staði uppá, hevur veitslan, við vælvild frá góðum felagslimum, verið hildin á gomlu brandstøðini við Varðagøtu.

Í ár vóru húsini somikið liðug, at veitslan kundi haldast aftur í felagshølunum.  Byrja var kl 19 við onkrum góðum til góman, og var síðan bjóða til borðhald á ovaru hæddini.  Matarlepin bjóðaði uppá  bæði kókaðan og stoktan náta við “veðri” o.ø afturvið,  væl tilgjørdan av kokkunum Egil og Jegvan.

Tá borðhaldið var liðugt, var bjóða niðurundir til kaffi og desert.v.m.  Her vóru eisini sanghefti tikin fram og lagði gjørdist betur og betur.

Heini Havn og Eyðstein spældu undir, og gjørdu harmonikurnar stemningin somikið góðan, at fólk fóru uppá gólv at takað ein vals ella tveir.

Einar 2 tímar eftir miðnátt, takkaðu fólk fyri seg og síðan var ruddað av, og fólk fóru hvør til sín, eftir enn eina frálíka nátaveitslu.

Mynd: Egil Rasmussen

06.10.15 ÁS

Líknandi postar