Fyrsta tiltakið í vetrarskránni hjá Bátafelagnum var hóskvøldið 21. okt

bb

Fyrsta tiltakið í vetrarskránni hjá Bátafelagnum var hóskvøldið 21. okt, har Marius í Garðastovu greiddi frá óhappi, teir vóru fyri við Emmu Mærsk í Suez veitini. Marius var við til at byggja skipið og var eisini skipari á  óeyðnistúrinum.

Emma var, tá óhappi hendi, stórta bingjuskip hjá Mærsk.  Komnir inn í Suez veitina kom hol á trustara kanalina og uml 26 tús tons av sjógvi streymaði inn í skipið, og teir innan relativt stutta tíð mistu alla maskinmegi.

Í uml 3-4  tímar stríddust teir við at fáa skipið úr veitini og inn til bryggjuna, áðrenn tað tók botn ella koppaði, sum vildi verði til óbótaligan skaða fyri skipið og skipaferðsluna.

24 mans vóru við skipinum, harav 3 føroyingar, sum við dugnaskapi og hepnum umstøðum s.s. veðri  v.m bjargaðu skipi og farmi.

Í bátafelagnum vóru møtt útvið 50 limir , kvinnir og menn, at lýða á  áhugaverdu frágreiðingina, saman við einum kaffimunni og heimabakstri.

Bátafelaffgið  takkar Mariusi hjartaliga fyri  !

22.10.15 ÁS

 

 

 

 

Líknandi postar