Lokahugni 2015

Lokahugni 2015 12.09.15  kl 14.00  var Lokahugni – endan av sigliárinum – hildin í Bátafelagnum

4 grillir vóru settar upp – 2 á trappuni og ein á hvørjari altan – og  bjóða var til grilling av búffum og pylsum.   Eisini fekst eitt glas av vín ella øl, eins og sodavatn var til børnini.

Kaffi og skuffukøka var omaná.

Tilmeldað vóru uml. 70, men tá avtornaði vóru útivið  100 fólk til tiltakið – vaksin og børn í aldrinum  0 til 75 ár.  Eisini vóru fremmandir gestir, úr seglbáti sum lá við gestabrúnna

Fólk komu og fóru, so grillingin stóð uppá í einar 2 – 3 tímar, og eftir hetta tóku men munnharpu og harmoniku fram, og var sungi og práta til uml kl 21, tá seinastu fólkini fóru heim.

Einir 10 bátar lógu í Vágsbotni, ísamband við tiltakið.

 

Sera væl eydna !!!!

Líknandi postar