Bátastevnan 2017

 

Bátastevnan 2017

Fríggjadagin 19. mai og leygardagin 20. mai verður Bátastevnan í Vestmanna

Hetta er sekstandi árið á rað, at skipað verður fyri Bátastevnu. Bátafólk, kampingfólk og øll onnur sum hava hug, savnast á keiøkinum í Vestmanna til hugna, undirhald og at halda sær á gaman.

Við bátabrúgvarnar eru hentleikar so sum el- og vatnveiting, trygdarútgerð, møguleiki at sleppa av við rusk, vesi o.a.  Somu hentleikar verða tøkir til kampingvognarnar.

Skipað verður fyri ymsum tiltøkum fyri allar aldursbólkar á keiøkinum og í tjøldunum sum verða sett upp. Matsøla verður báðar stevnudagarnar í hugnaligum umhvørvi í stóra tjaldinum. RIB62 hevur heitar pottar og sauna. Hoppiborgir verða á keiøkinum og í minna tjaldinum.

 

Fríggjadagin 19. mai verður undirhald fyri børn og ung í stóra tjaldinum, har m.o. Fívlar og Danny & The Veetos framføra. Um kvøldið verður rimmar konsert við The Dubliners Legends. Kend løg sum “Wild Rover”, “Whiskey in the Jar”, “Dirty old Town” o.o. verða at hoyra. Aftaná spælir Eyðun Nolsøe í tjaldbarrini.

 

Leygardagin 20. mai verður felags bátasigling av Fútakletti inn á Vestmanna. Aftaná siglingina fáa øll ókeypis suppu og okkurt leskiligt afturvið í stóra tjaldinum, har harmonikutónleikur og felagssangur seta rættan veitsludám á Bátastevnuna. Skipað verður fyri bjargingarroynd við verjuskipi og tyrlu. Áskoðaravinarligi kappróðurin “ódnartak” verður á vágni beint við bátastevnuøkið. Róð verður á stuttum teini, einans 150 metrar. Hvør bátsmanning rør teinin tríggjar ferðir.

Leygarkvøldið undirhalda Magni Christiansen og Shamrock í stóra tjaldinum. Síðan  verður dansur við Signar í Homrum og Kim Hansen. Í minna tjaldinum verður eisini dansur. Har spæla Danny & The Veetos, Swangah og Finnur Koba.

 

Nærri kunning um bílegging av atgongumerkjum, báta- og  kampingplássum v.m. sæst á  www.bs.fo  og á Bátastevnu-appini. Har ber eisini til at síggja skránna fyri øll tiltøkini. Um spurningar eru viðv. báta- og kampingplássi ber til at senda teldupost til [email protected] ella við at ringja til Siri á tlf. 599350 millum kl. 8 og 16 gerandisdagar.

 

Vælkomin á Bátastevnu í Vestmanna 19. og 20. mai 2017.

Bátastevnan

Líknandi postar