“The Cool Route Project”

Tórshavnar havn luttekur í einari verkætlan, ið nevnist “The Cool Route Project”. Talan er um eina verkætlan fíggjað av “Interreg VB Northern Perphery and Arctic  Programme”og eru hinir luttakararnir í stóran mun nationalir áhuga,- og frítíðarfelagskapir innan stuttleikabátar í Írlandi og Stórabretlandi. Ætlanin er at menna og marknaðarføra eina farleið í norð- vestur Evropa, frá Cork í Írlandi umvegis Skotland og Føroyar og til Vesturnoreg. Til tess at fáa til vegar so nágreiniligar upplýsingar um viðurskifti hesum viðvíkjandi sum gjørligt, er ein spurnarkanning tøk á hesi adressu  https://survey.cit.ie/index.php/464947/lang-en

Og heita vit á bátafelagið um at vísa sínum limum á kanningina og biða limirnar um at luttaka.

Um tit hava spurningar hesum viðvíkjandi, vinaliga latið meg frætta.

 

Takk fyri

Tórshavnar havn

Annfinn Hjelm

2

Líknandi postar