Jólahugni við gløgg!

Fríggjakvøldi var jólahugni hildin í bátafelagshølunum, har uml 45 felagslimir møttu.

Byrja var kl 20, tá gestirnir fingu servera gløgg og holukøkuur. Eisini var kaffi við onkrum søtum afturvið at fáa.

Tá øll høvdu fingið uppí kopparnar, vóru myndir frá sigling í Føroyum vístar á stórskýggja.

Fyrst var Atli Hansen, sum vísti myndir frá sigling undir Vágabjørgunum og inn í ymiskar holur.   Gjógv og har á leið, eins og hugnaligar myndir vóru norðanfyri, m.a. á Viðvík.

Kristian Glerfoss vísti myndir frá túri til Skopunar og út í Hest í 2008, sum fráboðaður var yvir sms-ketuna, har 8 bátar vóru við.     Eisini var frá túri inn á Bakka.

Myndir frá ymiskum túrum vóru vístar av Árna Sørensen, m.a Mykines, Hósmøl, Vestmanna-bjørgini, runt Nólsoy við seglbátum, Selatræ og Varmakeldu v.m.   Nakrar fáar myndir frá hvørjum túri og einstakar frá havnum, sum vitjaðar eru.

Seinast var Debes Danberg, íð hevði myndir frá áhugaverdum Suðuroyar túri. v.m.

Eisini greiddu framsýnararnir eitt sindur frá ymisku myndunum, hvar og nær tær vóru, eins og svara var spurningum frá hyggjarum.

Tað vísti seg, at myndirnar vaktu minnir frá sigling um oyggjarnar, og var nakað av tosið um góðar túrar, sum minnini leitaðu aftur á.

Kl 10 minkaði nakað við fólki, og umleið kl.11.30 var ruddað av, aftaná eitt áhugavert kvøld, sum saktans kann endurtakast.

12 14qw113

Myndir: Árni Sørensen

12.12.15 ÁS

Líknandi postar