Rækjukvøld
Sum fráboða í vetrarskránni, verður hugnakvøld í bátafelagnum fríggjakvøldið 19. Febr kl 20.oo Borðreitt verður við ópilkaðaum rækjum, breyði og vín/øl Kostnaðurin fyri kvøldið er settur til kr. 100,- og fyri hetta fæst: brey, rækjur ein øl/vín, eins og kaffi og køkubiti. (Um ein ikki tolir skeljadjór, er ikki at sita heima, vit finna eitt…
Birgir Enni, greiddi frá
So var útsetta tiltaki við Birgir Enni, har hann greiddi frá cruise ferð í Caribien við stóra seglskipinum “Star Clipper” Við sínum livandi frásøguhátti greiddi Birgir, fyrst frá sínum barnaárum og síðan vaksnamannalívið, har bátar, skip og sjógvur hava verið ein stórur partur av lívi hansara. Síðan við myndum frá hesum seinasta…
Stórur áhugi fyri nýggjum bátafelag
Bátafelagið Knúkur varð stovnað um vikuskiftið. Kilde: www.in.fo
Gerst limur við fyrimuni í Tórshavnar Bátafelag
LIMAPRÓGV Bátafelagið hevur avtalu við niðanfyri nevndu um avsláttur fyri vørur, ið bert náttúrliga hoyra báti og veiðu til: Gummibátatænastan Atlanticpane Pennzoil Kemilux Industri Mekonomen FTZ Vald. Lützen Byggibúð Jógvan Weihe Pólar Litaval(J.C.Svabosg.) Optikbúðin Mest Th. Dam Náttúrudeildin Bátatænastan Colorama Svend Krosstein Hjá Fróða Umami Limir í bátafelagnum seta…
Forfall !!!!
Vegna forfall er tiltaki við Birgir Enni, sum skuldi verða 13. januar, útsett til 27. januar
Jólahugni við gløgg!
Fríggjakvøldi var jólahugni hildin í bátafelagshølunum, har uml 45 felagslimir møttu. Byrja var kl 20, tá gestirnir fingu servera gløgg og holukøkuur. Eisini var kaffi við onkrum søtum afturvið at fáa. Tá øll høvdu fingið uppí kopparnar, vóru myndir frá sigling í Føroyum vístar á stórskýggja. Fyrst var Atli Hansen, sum vísti myndir frá sigling…
“The Cool Route Project”
Tórshavnar havn luttekur í einari verkætlan, ið nevnist “The Cool Route Project”. Talan er um eina verkætlan fíggjað av “Interreg VB Northern Perphery and Arctic Programme”og eru hinir luttakararnir í stóran mun nationalir áhuga,- og frítíðarfelagskapir innan stuttleikabátar í Írlandi og Stórabretlandi. Ætlanin er at menna og marknaðarføra eina farleið í norð- vestur Evropa, frá…
Er trygdin í lagi?
Spurningin hoyra vit javnan. Tendrar tú fyri útvarpinum ella hyggur inn á onkran tíðindaportal, so er nærum vist at vit fáa okkurt at vita um trygdina. Er tað ikki onkur av tunlunum, so er tað vegirnir hjá teimum, sum ynskja sær ein tunnil, grótkastið í Skopun, stabilisatorarnir á Smyrli, Nólsoyarferjan ella okkurt heilt…
Hanus Kjølbro: “Veður – og at siga frá veðri”
Næsta tiltaki í vetrarskránni hjá bátafelagnum, var mikukvøldið 18. nov. Hanus Kjølbro var komin norðan av Viðareiði at hava fyrilestur undir heitinum: “Veður – og at siga frá veðri” Byrja var við veðurtíðindum, sum ofta hoyrast í radiolurtinum, ið ljóða nakað soleiðis: Eitt lágtrýst tekur seg upp vestanfyri Føroyar, gongur í ein landsyning og…