Forsøla av atgongumerkjum til Bátastevnuna
Forsøla av atgongumerkjum til Bátastevnuna við munandi avsláttri SKRÁ Bátapláss Atgongumerki kunnu nú keypast í forsølu í hesum handlum í Vestmanna: Á-handlinum, hjá Palla Lamhauge og Magnstøðini. Atgongumerki er galdandi fyri øll tiltøk á Bátastevnuni báðar dagarnar.
7. mai: Bátafestivalur á Toftum
Aftur í ár skipar Bátafelagið á Toftum fyri bátafestivali. Vikuskiftið 7.mai eiga bátaeigarar og onnur at seta sær tíðina av til hvíld, hugna og veitlsulag á Toftum. Bátar, sum ætla at leggja leiðina hendanvegin, kunnu fáa ravmagn og vatn, og saniteru viðurskiftini, ravmagn og vatn eru tøk til teirra, sum ætla sær til Bátafestivalin…
Bátastevnan 2016
Bátastevnan 2016 Fríggjadagin 20. mai og leygardagin 21. mai verður Bátastevnan í Vestmanna Árliga afturvendandi Bátastevnan verður hildin fríggjadagin 20. og leygardagin 21. mai. Hetta er fimtandi árið á rað, skipað verður fyri Bátastevnu í Vestmanna, har bátafólk, kampingfólk og mong onnur savnast á keiøkinum til hugna, undirhald og at halda sær á gaman. Bátabrúgvar…
Í kvøld var fyrilestur í bátafelagnum um “Trygd á sjónum”
Umboð fyri Vørn, greiddi frá hvat krøvini eru til trygdarútgerð umborð á frítíðarbátum, við atlitið til løgtingslógina, og mannagondum sum teir hava í samband við eftirlit av bátum. Eisini var greitt frá hvat avleiðingarnar eru, um viðurskiftini ikki er sum tey skulu. M.a. hvat sektirnar eru fyri einstøku brotini. Ætlanin var at koma meir inn…
Várið er komið í Vágsbotni – Føroyski portalurin – portal.fo
Í morgun var bátabrúgvin í Vágsbotni sleipa í Vágsbotn aftur. Hóast fyrsti várdagur var 22. februar, so er hetta á hvørjum ári eitt tekin Kilde: Myndir: Várið er komið í Vágsbotni – Føroyski portalurin – portal.fo
Limagjald 2016
Limagjaldið 2016 verður sent út, nú um dagarnar. Tey, sum hava upplýst emailbúðstað fáa email. Hini fáa eitt gammeldags bræv. Um tað er komi fyri. at tygum onki uppkrav hava fingið, so send ein email til [email protected] Um tygum ikki eru limur kunna tygum tekna teg her á síðuni við at trýsta HER NEVNDIN
Rottangaskipan á Argjum
Ein nýggj pumpa til rottangar og kjalarvatn er sett upp á Argjum. Pumpan er til smábátar í allari kommununi. Tað kostar 50 kr fyri eina tøming á 10 minuttir, gjaldi fer fram við sama slag av korti, sum verður nýtt til el-steyrarnar. Tórshavnar havn vónar, at bátaeiarar koma at taka væl undir við nýggju skipanini,…