7. mai: Bátafestivalur á Toftum

Aftur í ár skipar Bátafelagið á Toftum fyri bátafestivali. Vikuskiftið 7.mai eiga bátaeigarar og onnur at seta sær tíðina av til hvíld, hugna og veitlsulag á Toftum.

Bátastevnan 2008 (51) 

Bátar, sum ætla at leggja leiðina hendanvegin, kunnu fáa ravmagn og vatn, og saniteru viðurskiftini, ravmagn og vatn eru tøk til teirra, sum ætla sær til Bátafestivalin við húsvogni. Nóg mikið av støðuplássum eru til húsvognar og onnur akfør. Vit bíða í spenningi eftir øllum tykkum, ið fara at leggja leiðina framvið á Toftum hesar dagarnar, fyri at troyta fjølbroyttu skránnað, sum løgd er fyri Bátafestivalin.

 

Tey, sum ætla sær hendanvegin við báti, skulu leggja sær í geyma, at allir bátarnir møtast inni við bátahylin í Skálafirði leygardagin á miðdegi – ella 7. mai kl. 12:30.

Bátar,ið hava hugna sær í Søldarfirði fríggjakvøldið,koma við í stóra fylgið inn í Skálafjørð.

 Hagani sigla allir bátarnir úteftir fjørðinum, og tá ið teir nærkast Toftum, vera teir móttiknir við góðum tónleiki. Tá bundið er, verður eldstaðurin kyndur, og teir vælkendu festivalbúffarnir, við øllum tilhoyri, verða serveraðir. Stóra tjaldið á bryggjuøkinum er kjarnin fyri øll tiltøkini á festivalinum, og meðan búffarnir vera etnir hendan seinrapartin, verður undirhald av ymsum slagi. Tónleikur, kór og mótaframsýning. Í tjaldinum verður kafeteria eisini opið.

 

Hilmar Jan heldur er frásøgumaður á pallinum.
Og hesi koma at framføra :
Hallur & Jessica
Martin Joensen
Áki & Marner 
Signar í Homrum
Mótasýning
Undirhúskórið.

 

Hoppiborgir og aðrir undirhaldsmøguleikar eru til børnini, og skuldi onkur havt hug á eini pylsu, verður pylsuvognur settur upp á økinum.

 

Hallur Joensen, kendi country-sangarin úr Klaksvík, fer saman við sínum frálíku tónleikarum at spæla til stórdans í tjaldinum leygarkvøldið. Gólv verður lagt í tjaldið, fyri at fremja dansin, og felagið hevur keypt tvær nýggjar hitakanónir til endamálið. Tey sum ikki dansa, kunnu sita niðri meðan tónleikurin gongur, tí keyptir eru nýggir møblar til festivalin.

 

Tilmelding bátar:              Flyt 200 kr. á konto í Eik Banka (9181-144.393.5) – viðmerk bátanavn og eigara.      

Gjaldið er pr bát.          

Bátafelagið á Toftum

Líknandi postar