Bátastevnan 2016

bs

Bátastevnan 2016

Fríggjadagin 20. mai og leygardagin 21. mai verður Bátastevnan í Vestmanna

Árliga afturvendandi Bátastevnan verður hildin fríggjadagin 20. og leygardagin  21. mai. Hetta er fimtandi árið á rað, skipað verður fyri Bátastevnu í Vestmanna, har bátafólk, kampingfólk og mong onnur savnast á keiøkinum til hugna, undirhald og at halda sær á gaman.

Bátabrúgvar verða gjørdar klárar eina viku áðrenn stevnan byrjar. Við brúgvarnar eru hentleikar til bátar, so sum el- og vatnveiting, trygdararútgerð, møguleiki at sleppa av við rusk, vesi o.a.

Somu týðandi hentleikar verða tøkir til kampingvognarnar, sum kunnu setast á økið í vikuna undan Bátastevnuni.

Skipað verður fyri ymsum tiltøkum fyri allar aldursbólkar í tveimum tjøldum, sum verða sett upp. Matsøla verður báðar stevnudagarnar í hugnaligum umhvørvi í stóra tjaldinum.

Fríggjadagin 20. mai verður ymist undirhald fyri børn og ung í stóra tjaldinum. Í minna tjaldinum verða hoppiborgir o.a. fyri børn. Um kvøldið verður tónleikur í stóra tjaldinum við Sámali Ravnsfjall & Jóan Jakku Guttesen og Jóan Magnus Danielsen & Paula Magnussen.

Leygardagin 21. mai verður felags sigling av Fútakletti inn á Vestmanna. Aftaná siglingina fáa øll vitjandi ókeypis suppu og okkurt leskiligt afturvið í stóra tjaldinum, har felags sangur og harmonikutónleikur seta rættan veitsludám á Bátastevnuna. Skipað verður fyri bjargingarroynd við sjóverjuskipi og tyrlu. Aftaná bjargingarroyndina verður kappróður, sokallaða “ódnartakið”, har allar bátarstøddir kappast á stuttum teini, einans 150 metrar.

Leygarkvøldið undirhalda “Shamrock” við írskum fólkatónleiki í stóra tjaldinum. Síðan  verður dansur við Hans Jacob Hjelm & vinmonnum og legendariska “Countrybólkinum” úr Klaksvík. Í minna tjaldinum verður eisini dansur. Har spæla Signar í Homrum og Pállur Finnur Páll.

Nærri kunning verður á heimasíðuni www.bs.fo  um onnur tiltøk, bílegging av atgongumerkjum, bílegging av bátaplássum og plássum til kampingvognar v.m.

Vælkomin á Bátastevnu í Vestmanna 20. og 21. mai 2016.

Bátastevnan

Bátar 2 Bátar Jóanes 18 Kopi af Tórarin 1 (1)

Líknandi postar