Í kvøld var fyrilestur í bátafelagnum um “Trygd á sjónum”

try

Umboð fyri Vørn, greiddi frá hvat krøvini eru til trygdarútgerð umborð á frítíðarbátum, við atlitið til løgtingslógina, og mannagondum sum teir hava í samband við eftirlit av bátum.  Eisini var greitt frá hvat avleiðingarnar eru, um viðurskiftini ikki er sum tey skulu.  M.a. hvat sektirnar eru fyri einstøku brotini.

Ætlanin var at koma meir inn á seinast samtyktu lógina um “rúsdrekkasigling”, men tá hetta liggur hjá Sjóvinnustýrinum, og teir ikki høvdu møguleika at verða við í kvøld, bar hetta tíverri ikki til.

Eftir fyrilesturin, sum vardi umleið 1 tíma,  var kjak og kom hugskoti fram, at bátafelagið saman við Vørn kundi skipa fyri einum “trygdardegi” í Vágsbotni.  Her var hugsað um, at Vørn er tilstaðar og bátar kunnu koma og verða eftirhugdir, soleiðis at øll útgerð er ílagið áðrenn siglt verður á stevnur ella túrar.

Einir 25 luttakarar vóru til tiltaki

18.03.2016 ÁS

Líknandi postar