Streymviðurskifti og vistskipanir í havinum
Streymviðurskifti og vistskipanir í havinum
Innbjóðing til fyrilestrar og rundvísing á Vinnuháskúlanum
Týsdagin 7. mai skipar Tórshavnar kommuna í sambandi við Umhvørvisvikuna fyri spennandi tiltaki um streymviðurskifti, vistskipanir og rák á Vinnuháskúlanum.
Skrá
10.00 Vælkomin – Vinnuháskúlin bjóða ein drekkamunn
10.15 “Havmyndil fyri bæði ytru og innaru leiðirnar”
Jari í Hjøllum og Knud Simonsen frá Fróðskaparsetri Føroya leggja fram myndilin, sum teir hava ment, sum vísir streymviðurskiftini og rákið kring oyggjarnar í 3D.
10.35 “Broytingar í vistskipanini á Landgrunninum og havstreymar”
Sólvá Jacobsen frá Havstovu Føroya, leggur fram um hvussu broytingar í streymviðurskiftum ávirka vistskipanirnar á Landgrunninum.
11.00 Rundvísing á skúlanum og høvi at uppliva forkunnugu samlingina av maritimari list, sum er í fyrilestrahølinum.
Staður: Vinnuháskúlin (innara høll), Nóatún 2, Tórshavn
Tilmelding á https://forms.office.com/e/bQKjXcghD6
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Umhvørvisvikan í ár er 4.-11. mai og evnið er VATN. Støðið verður tikið í ST heimsmálum fyri burðardygga menning nummar 6 (reint vatn og reinføri) og 14 (lívið í havinum), og skráin er á tremur við tiltøkum fyri bæði vaksin og børn.
Sí skránna fyri Umhvørvisvikuna 2024 á www.torshavn.fo ella á www.facebook.com/umhvorvisvikan