Lugarið latið upp í Leirvík

Nýggja lugarið við bátahylin í Leirvík lat upp í dag. Stutt aftaná, at nýggju hølini lótu upp kl. 9.30 var stúgvandi fult av fólki. Hanna Jensen, forkvinna í Vinnu- og havnanevndini, hevði eina stutta røðu, og síðan var boðið til kaffi og kaka.

 

Lugarið er eitt samlingsstað fyri eysturbúgvar, og øll eru hjartaliga vælkomin inn á gólvið til kaffi og prát. Umhvørvið rundanum nýggja bátahylin er við hesum vorðið enn hugnaligari, umframt at lívligt er, tá bátar stevna inn og út, hvørt tað er til fiskiskap ella til frítíðarsigling.

 

Opið er vanliga fyrrapart gerandisdagar.

Líknandi postar