Lokadagurin sera hunaligur

Leygardagin 17. sept. var felagsins lokadagur 2016. Nógvar fyrireikingar vóru gjørdar – av bæði konum og monnum – at dagurin skuldi blíva so hugnaligur, sum gjørligt. 3 grillir vóru. Av tí at vindurin bleiv nakað nógvur, vóru tær settar á vegnum eystan fyri húsini. Har var rímiliga gott læ, so tað riggaði fínt. Fólk fingu – keyptu – ein búff, sum tey grillaðu, og so var fínt salat og eplabátar afturvið. Eisini vóru pylsur og breyð – mest til børnini, men annars til teirra, sum kanska eisini ynsktu tað . Øl og sodavatn afturvið.
Kaffi omaná. Sjálvt um veðrið ikki var av tí besta, høvdu eini 80 fólk leita sær oman – bæði børn og vaksin. Eini 10 bátar høvdu lagt at í Vágsbotni til dagin.
Lagið var sera gott á øllum. Prátið – eitt sindur av reypi – gekk óført, og láturin hoyrdist alla tíðina. Og ikki minst sangurin gekk av tí besta undir leiðslu av Jentoft við guittarrinum og harmonikuni hjá Kristiani. Tað ljóðaði, at tey seinastu fóru um 02 tíðina – so dagurin man hava verið góður.
Summarið er av, og alt hevur gingið væl, og vónandi fer at viðra til onkran siglitúr afturat
Í heyst.

[nggallery id=23]

 

 

Líknandi postar