Mjáflaggadagur verður 29-4-2017
Skráðin kemur seinri
Skráðin kemur seinri
Ársveitslan í Róðrarneystinum á Argjum er avlýst vegna ov lítla undirtøku. Veitsla verður í felagshúsunum 11/3, kl 19.00. Atgongumerki : kr. 300,- Tey, sum hava keypt atgongumerki, kunnu fáa tað endurgoldið, ella brúka tað til veitsluna 11/3. Max 60 fólk – “først til mølle”-framferðarháttur. Tilmelding neyðug fyri øll. Hjá Rúna: 212700 og Egil: 295172
Limakortini eru nú klár at heinta, hjá teimum, sum hava tegna seg til nýggju gjaldsskipanina. Opi kl 2000 mánakvøld og mikukvøld
Góði limur í TórshavnarBátafelag Í eini roynd at betra fíggjarligu viðurskiftini hjá felagnum, og lætta um umsitingina, hava vit avgjørt at taka í nýtslu eina nýggja skipan til innkrevjing av árliga limagjaldinum. Skipanin, ið eitur Fastgjald, er ein trygg skipan frá Elektron til afturvendandi innkrevjing av limagjøldum og øðrum føstum gjøldum. Limagjaldið (300.-)verður uppkravt árliga…
Sum fráboða í vetrarskránni, verður hugnakvøld í bátafelagnum fríggjakvøldið 17. febr kl 20.00 Borðreitt verður við ópilkaðaum rækjum, breyði og vín/øl Kostnaðurin fyri kvøldið er settur til kr. 100,- og fyri hetta fæst: Væta til góman við komu, breyð, rækjur ein øl/vín, eins og kaffi og køkubiti. Herumframt kann keypast meir fyri bíligan pening….
Leygardagin 17. sept. var felagsins lokadagur 2016. Nógvar fyrireikingar vóru gjørdar – av bæði konum og monnum – at dagurin skuldi blíva so hugnaligur, sum gjørligt. 3 grillir vóru. Av tí at vindurin bleiv nakað nógvur, vóru tær settar á vegnum eystan fyri húsini. Har var rímiliga gott læ, so tað riggaði fínt. Fólk fingu…
|
Uploaded
Failed
|
![]() ![]() |