Nýggj skipan til innheinting av árliga limagjaldinum

Góði limur í TórshavnarBátafelag                                                                         

Í eini roynd at betra fíggjarligu viðurskiftini hjá felagnum, og lætta um umsitingina, hava vit avgjørt at taka í nýtslu eina nýggja skipan til innkrevjing av árliga limagjaldinum.

Skipanin, ið eitur Fastgjald, er ein trygg skipan frá Elektron til afturvendandi innkrevjing av limagjøldum og øðrum føstum gjøldum.

Limagjaldið (300.-)verður uppkravt árliga hvønn 1. apríl, fyrstu ferð 1. apríl 2017.

Vinaliga tilmelda teg til sjálvvirkandi gjaldsskipanina Fastgjald, við at trýsta her

(Tá tú meldar teg til Fastgjald, so má tú innlesa títt ptal. Ptalið verður ikki goymt, men verður bara brúkt til at tryggja, at tann peningastovnskontan, sum verður ásett, veruliga hoyrir til rætta persónin)

 Um tú longu hevur eina fasta árliga flyting fyri limagjaldið, so er tað týdningarmikið at tú beinanvegin steðgar hesi flyting. 

Vit vóna, at tú tekur undir við omanfyri nevnda við vælvild 🙂

Um tú hevur spurningar, er tú vælkomin at skriva til teldupostadressu [email protected]

ella ringja til ein í nevndini

Vinaliga

Nevndin

Líknandi postar