07. Oktober 2014
Nevndin hevur skipa seg
Nevndin í Tórshavnarbátafelag hevur í kvøld skipa seg,
við Kartna Olsen sum formanni,
Jegvan Beck varaformanni,
Alva Nielsen sum kassameistara,
Egil Rasmussen sum skrivara og
Leivur Ree Torvadal nevndarlimi
Eyka limir eru:
Debes Danberg og Una Højgaard.
……………………….
24. September 2014
Aðalfundur
Aðalfundur verður mikudagin 24. sept. 2014 kl. 19 í húsum felagsins í Vágsbotni.
……………………….
28. Juli 2014
Kunning til limirnar
[ SLETTA MYND ]
Tillukku við nýggju felagshúsinum. Húsið er í dag handa felagnum.
Somuleiðis ynskja vit øllum limum eina góða Ólavsøku.
02. Juli 2014
Bryggjudansur
[ SLETTA MYND ]
Tann væl umtókti árligi bryggjudansurin hjá Tórshavnar bátafelag verður leygarkvøldið 26. juli.
……………………….
19. Apríl 2014
Tilboð til Danmark í summar
Bátatilboð í summar við fráferð úr Føroyum sunnukvøld og heimaftur úr Danmark týsdag ella leygardag.
Fyrireika teg til summarið longu nú. Smyril Line bjóðar øllum bátaeigarum ein frálíkan møguleika, at koma til Danmarkar fyri lítið og lætt. Komin til Danmarkar avgera tit sjálvi hvagar leiðin gongur. Møguleikarnir eru óteljandi, bert hugflogið setur mørk.
Fyri 2 til 4 við báti (upp til 12 metrar) kr. 19.900,-
Íroknað ferð við Norrønu úr Føroyum til Danmark og aftur í 4 ella 2 koyggjukamari við ongum vindeyga, mafivognur og sleip umborð og í land. Øll ferðaavgjøld.
Bílegg matin áðrenn fráferð og spar upp í 22 %.
Nærri kunning fæst við at ringja til Smyril Line, Martin Dam Jacobsen á tlf. 23 59 20.
……………………….
11. Apríl 2014
Mjáflaggahúning
Skrá fyri ”Mjáflaggahúning” – byrjan av bátaárinum 2014, leygardagin 26/04
Bátarnir samlast í bátahylinum í Nólsoy
(Um veðrið ikki er til vildar, verður siglt av Argjum)
13.5o Jegvan Bæk, nevndarlimur í bátafelagnum, bjóðar
vælkomin.
14.oo Felags sigling til Havnar.
Bátarnir samlast uttanfyri molan og við Meranti á odda verður siglt inn á Havnarvág
(heitt verður á bátar, um at fylgjast í siglingini)
15.oo Lagt verður at í Vágsbotni, úti í Bakka, har Jónhild Tummasardóttir, frítíðarsiglari, sigur nøkur orð.
Síðan verður boðið til sildaborð í tjaldinum, við onkrum góðum niðurundir, eins og kaffi og køkur verður at fáa.
Alt eftir hvussu sildin gagnast, verður sangur við harmonikuspæli afturvið.
17.oo Fyriskipaða skráin endar – framhald er upp til hvønn einstakan. Tjaldið er opið.
Við bátakvøðu og vón um eitt gott sigliár
Ársveitsla
[ SLETTA MYND ]
Ársveitslan hjá Tórshavnar bátafelag verður í hølinum hjá Argja róðrafelag 8. mars kl. 19.30.
Atgongumerkini er at fáa til keyps í Kunningarstovuni. Kostnaðurin er kr. 300,-.
Til dansin spæla Sámal, Ronni og Kolbein.
……………………….
08. Februar 2014
Veitsla 8. mars 2014
[ SLETTA MYND ]
Bátafelagsveitsla verður í hølunum hjá Argja Rórarfelag tann 8. mars 2014 kl. 19.30
Lýst verður seinni um atgongumerki, og hvør spælur til dansin.
Nevndin
25. September 2013
Nátaveitslan
Tann árliga nátaveitslan verður leygarkvøldið 5. okt. kl. 19 í hølinum hjá gomlu brandstøðini. Atgongumerkir á 150,- kunnu keypast í Andrassarstovu á Argjum frá í kvøld av. Tvs. frá 25. sept.
……………………….
12. September 2013
Opið hús hjá limum í Andrassarstovu á Argjum
[ SLETTA MYND ]
Nú gomlu felagshúsini í Vágsbotni eru niðurtikin, fara vit at húsast í Andrassarstovu í støðni á Argjum.
Somu tíður sum áður.
Fyrstu ferð leygarmorgunin 14/9-2013 kl. 10.00.
Um Andrassarstovu sigur Jógvan Arge á heimasíðu síni, at tað var Niels L. Arge, ið var fjórði sonur hvalbingin Andrass Mortansson ið bygdi tey í 1853 og eru elstu hús á Argjum.
Við bátakvøðu
Nevndin
……………………….
09. September 2013
Húsið stendur á “Trantaneystagrundini”
[ SLETTA MYND ]
Sambært minnistritinum hjá Thorshavns Mælkeforsyning og Margarinfabrik 1908-1958 er bygningurin sum nú verður niðurrivin bygdur í 1928.
Felagshúsini standa sambært hesum sama minnisriti á:
“…Trantaneystagrundini uttanvert við Kettustein…”
<< Nýggjari tíðindi
HEIM
Eldri tíðindi >>
09. September 2013
Gomlu felagshúsini niðurtikin í dag
[ SLETTA MYND ]
Væl av fólki var møtt upp undir Bryggjubakka í góðveðrinum í dag, tá Bátafelagið hevði kallað inn til tíðindafund í sambandi við at gomlu felagshúsini frá 1928 skuldu rívast niður og nýtt “flott” felagshús kemur á somu grund.
Kartni Olsen, formaður felagsins og Heðin Mortensen, borgarstjóri hildu røðu, áðrenn Heðin setti seg í stóru beltamaskinuna og setti á at ríva gomlu felagshúsini niður.
Felagið takkar stuðlunum Tórshavnar Býráði, Atlantic Petroleum, Statoil Faroes og Tryggingarfelagnum fyri at hava gjørt tað møguligt, umframt íløgu-mvg frá landinum.
Kartni helt fyri at verandi hús hava verið hugnalig, men vóru í ringum standi og tí ikki tíðarhóskandi meir hvørki í umhvørvinum ella til virksemi felagsins.
Heðin Mortensen fegnaðist um ætlanina hjá Bátafelagnum var sett í verk at byggja bygning, ið fellur væl inn í umhvørvið. Hann legði dent á jaliga samstarvið og ávirkanina felagið hevur havt á Vágsbotn.
……………………….
04. September 2013
Niðurtøka av felagshúsinum
[ SLETTA MYND ]
Í samband við at húsið verður niðurtikið, verður tíðindafundur mánadagin 9. sept. við bátafelagshúsið kl. 13.
Kl. 14 byrjar niðurrívingin.
Byráðið verður eisini til staðar.
Nevndin
……………………….
08. Juli 2013
Bryggjudansurin 2013
[ SLETTA MYND ]
Tann vælumtókti bryggju-dansurin hjá Bátafealgnum, verður í Vágsbotini
leygardagin, tann 20. juli, frá kl. 21.00 til 04.00
LM-Band spælir.
Vit vóna gott veður og stóra undirtøku.
Nevndin
28. Mai 2013
Ársaðalfundur
[ SLETTA MYND ]
Aðalfundur felagsins verður
mikudagin 29. mai 2012 kl. 19.00
í hølum Starvsmannafelagsins, J. H. Schrøtersgøta 9
Skrá sambært lógum felagsins.
Mál, sum ynskjast viðgjørd, skulu vera nevndini í hendi seinast 8 dagar framman undan fundinum.
Nevndin
……………………….
03. Mai 2013
Bátastevnan á Toftum
[ SLETTA MYND ]
Bátastevnan á Toftum er útsett eina viku.
Nevndin fyri stevnuna hevur tosa við veðurmannin Alex Rasmussen, og við menn sum vita væl um veður, og siga teir allir, at best er at flyta tiltakið eina viku.
……………………….
25. Apríl 2013
Nevndin til undirskrivingar
[ SLETTA MYND ]
Øll nevndin var møtt til undirskrivingar hjá Sp/f Ráð týsdagin 23. apríl.
Serliga gleddust menn um, at grand old man, Øssur Hjalt eisini luttók hóast sjúkalegu.
25. Apríl 2013
Sáttmálatak
[ SLETTA MYND ]
Byggisáttmálin er veruleiki
Kartni S. Olsen, formaður og Sjúrður Holm, stjóri í Búsetur Sp/f tá byggisáttmálin var undirskrivaður.
……………………….
25. Apríl 2013
Limafundur
Limafundur var 24-05-2013 kl. 20 í felagshølunum.
Limirnir møttu fjølmentir og húsið var mestsum fullsett.
Kartni S. Olsen, nevndarformaður beyð vælkomin
Jegvan Bæk, nevndarlimur og skrivari felagsins var orðstýrari.
Nevndin hevði biðið bygginevndina greiða frá um byggingina, nú sáttmáli er undirskrivaður 23. apríl.
Magnus S. Petersen gjøgnumgekk sáttmálaviðurskiftini herundir kostnaðin og fíggingina meðan Johan Poulsen gjøgnumgekk sjálvan bygningin við støði í tekningunum.
Spurningar vóru settir og svaraðir.
Onkur limur kom við atfinningum um, at nevndin hevði kunnað limirnar alt ov lítið.
Limirnir tóku sera væl ímóti verkætlanini.
Jegvan Bæk gjøgnumgekk uppskot sum Løgtingið hevur lagt fram um eitt promillumark uppá 0,2. Hansara tilráðing, sum limirnir tóku undir við, er at halda seg til altjóða standardin 0,5 ístaðin.
……………………….
23. Apríl 2013
Byggisáttmáli undirskrivaður
Sáttmáli undirskrivaður
Í dag 23. apríl 2013 er endaligur byggisáttmáli undirskrivaður við Búsetur (totalentreprisa) um bygging av felagshúsinum.
Sáttmálin varð undirskrivaður á skrivstovuni hjá Ráð Sp/f, ráðgevandi verkfrøðingar. Nevndin og bygginevndin var hjástødd
Kunnandi limafundur verður í morgin 24. apríl kl 20:00 í felagshúsinum. Hjástødd verður eisini bygginevndin sum kemur at greiða frá.
Limafundurin verður lýstur í Kringvarpinum í morgin kl 8:00 og á middegi
08. Apríl 2013
Mjáflagghúning leygardagin 20. apríl
Skrá fyri “Mjáflaggahúning” byrjan av bátaárinum 2013
Bátarnir samlast í bátahylinum í Nólsoy. Um veðri ikki er til vildar, verður silgt av Argjum
Kl. 13.50 Kartni Olsen formaður í bátafelagnum bjóðar vælkomin
Kl. 14.00 Felagssigling til Havnar. Bátarnir samlast uttan fyri molan og við Meranti á odda verður siglt inn á Havnarvág
Kl. 15.00 Lagt verður at í Vágsborni undir felagshúsinum, har Jegvan Bæk sálarfrøðingur og siglari sigur nøkur orð.
Síðan verður boðið til sildaborð í felagshúsinum við onkrum góðum niðurundir, eins og kaffi og køkur verða at fáa.
Alt eftir hvussu sildin gagnast, verður sangur við harmonikuspæli afturvið
Kl. 17.00 Fyriskipaða skráin endar – framhald er upp til hvønn einstakan. Felagshølini eru opin.
Við bátakvøðu og vón um eitt gott sigliár
……………………….
12. Mars 2013
HØLI TIL LEIGU
HØLI TIL LEIGU
Tórshavnar bátafelag boðar við hesum frá, at kjallarahæddin í nýggja bygninginum, sum felagið ætlar sær at byggja, verður lýst til leigu.
Hølið er stívliga 100m2 til støddar.
Roknað verður við at hølini verða tøk til heystar.
Tað verður leigað út soleiðis, at tað ber leigaranum til sjálvur at innrætta hølini til sína nýtslu.
Tó verða allar installatiónir tøkar, bæði el og vatn og varmi er í gólvinum. Inn og útsúgving er eisini við.
Tekningar fáast við at venda sær til Kartna S. Olsen ella Alva Nielsen.
Umframt leigu skal ein komandi leigari eisini gjalda fyri
el-og oljunýtslu.
Ein leigari skal nýta hølini til cafe, restauratión, barr ella líknandi, sum hóskar til umhvørvið.
Nærri fæst at vita við at ringja til Kartna ella Alva.
……………………….
06. Mars 2013
Bátatilboð frá Smyril Line
Bátatilboð í summar við fráferð úr Føroyum sunnukvøld og heim aftur úr Danmark týsdag.
Fyri 2 til 4 við báti upp til 12 metrar kr. 19.990,-
Íroknað: Ferð við Norrønu úr Føroyum til Danmark og aftur í 4 ella 2 koyggjukarmari við ongum vindeyga. Mafivognur og sleip umborð og í land. Øll ferðaavgjøld.
Bílegg matin áðrenn fráferð og spar upp í 22 %
Uppslag um sama hongur uppi í bátafelagnum.
04. Mars 2013
Byggimálið
Bygginevndin samráðist framvegis um útvegan av bestu loysnini til bygging av nýggjum felagsbygningi.
Tí sigur tað seg sjálvt, at nevndin er noydd at halda kortini tætt afturat sær, so teir ein samráðist við ikki síggja trumfirnar og leggja sítt spæl hareftir.
Tí heita vit á limirnar um at vísa eitt sindur av tolsemi til samráðingarnar eru lidnar, sum vantandi verður um ikki so langa tíð.
Tá verður so kunnandi limafundur hildin, har øll viðurskifti verða umrødd herundir prísurin, fígging o.s.fr.
Við bátakvøðu
Bygginevndin
……………………….
03. Mars 2013
Atgongumerkir til ársveitsluna
Nú nærkast til ársveitslan verður og harvið nærkast eisini freistin at keypa atgongumerki. Seinast freist er nemliga mikudagin 6.mars. Atgongumerkini eru til keyps hjá Kunningarstovuni.
……………………….
11. Februar 2013
Atgongumerkir til ársveitsluna
[ SLETTA MYND ]
Nú eru atgongumerkini til ársveitsluna sum verður í
Róðraneystinum á Argjum tann 9. mars kl. 19.30
at fáa til keyps í Kunningarstovuni.
Kostnaður kr. 300,-
Nevndin
11. Februar 2013
Tiltak um fyrstu hjálp
[ SLETTA MYND ]
Tiltakið um fyrstu hjálp í sambandi við sjógv og bátaverð verður
mikukvøldið 13. feb. kl. 20
í felagshølinum hjá bátafelagnum.
Elin Jensen lækni hevur framløguna.
……………………….
29. Januar 2013
Bátatreff Hvalvík/Streymnes
[ SLETTA MYND ]
Bátafólki í Hvalvík / Streymnesi vil hervið bjóða til árliga bátatreffi, sum aftur í ár verður fyrsta vikuskiftið í juni – nemliga tann 1. juni 2013.
Hetta er 4 árið, ið skipa verður fyri tiltakinum, sum er blivið rættiliga væl umtókt millum siglarar, og vónandi verður undirtøkan enn størri enn undafarnu árini.
Nærri verður um skránna seinni.
Bátafólkið í Hvalvík/Streymnesi
……………………….
29. Januar 2013
Havnir í Føroyum
[ SLETTA MYND ]
Tað hevur leingi verið tosað um, at tað hevði verið gott, um Bátafelagið kundi gera eitt yvirlit yvir allar havnir í Føroyum.
Á hesum yvirlitið kunnu vera hentir upplýsingar um tær ymsu havnirnar. Tað kann til dømis vera, um tað er møguligt at fáa streym í tí havnini, ið ein ætlar at vitja.
Um ein hevur ein bát, ið stingur nakað nógv, er gott at vita, um tað ber til at fara inn.
Er tað stórur munur á flóð og fjøru er eisini gott at vita.
Inni á heimasíðuni hjá Bátafelagnum í Havn www.marina.fo finna tit tær ymsu havnirnar í Føroyum.
Her er byrjað at fylla inn upplýsingar um tær ymsu havnirnar.
Tað hevði verið gott, um tit hjálpa okkum at savna saman upplýsingar um havnirnar.
Kunnu tit vinarliga senda inn tað tit vita um tær ymsu havnirnar.
Vinarliga sendið inn upplýsingarnar til [email protected]
So leggja vit inn upplýsingarnar so hvørt sum teir koma inn.

