Tíðindi – Tórshavnar kommuna

Til tess at fáa eina veruliga mynd av tørvinum á bátaplássum í Tórshavnar kommunu, sum Tórshavnar havn umsitur, hevur býráðið samtykt, at fólk á bíðilistanum lata pening í trygd fyri at standa á bíðilista. Við hesum er møguligt at stytta bíðilistan og harvið bíðitíðina. Peningurin verður goldin aftur, tá ið bátapláss er tøkt.

Umleið 240 fólk standa í løtuni á bíðilista hjá Tórshavnar havn og bíða eftir bátaplássi. – Vit hava varhuga av, at ein partur av teimum, sum standa á bíðilistanum, standa har, tí tað er ómakaleyst og ókeypis at vera á listanum. Hetta hevur við sær, at bíðilistin neyvan vísir veruliga tørvin. Tí hevur býráðið samtykt, at fólk rinda 2.000 krónur fyri hvørja umsókn um bátapláss, sigur Sjúrður Olsen, formaður í vinnunevndini.

Sjúrður Olsen leggur aftrat, at fólk fáa peningin aftur, tá ið bátaplássið er veitt teimum. Hetta er eisini galdandi fyri fólk, sum fara av listanum av øðrum ávum.

Kunnandi brøv verða í hesum døgum send teimum, ið standa á bíðilista til bátapláss.

Kilde: Tíðindi – Tórshavnar kommuna

Líknandi postar