Portal.fo skrivar í vikuni “Fara sleipandi við summarinum”.

Portal.fo skrivar í vikuni “Summari sleipa vekk”.

Tórshavnar Havn hevur tikið gestabrúgvarnar, sum ligið hava í Vágsbotni síðan apríl, burtur fyri veturin og harvið er siglingin 2015 liðug.

60132_r_660_358

 

 

 

 

(Myndir: Ingi Samuelsen)

60133_r_660_358

 

 

 

 

Hóast summarsiglingin hjá heimligu bátunum hevur verið minni enn vanligt, grundað á vánaliga veðrið í summar,  hava fremmandu bátarnir verið nógvir í tali.  Ein leyslig uppteljing sigur at tað eru 99 ymiskir bátar, sum  vitja hava Vágsbotn og Bursatanga í summar og man hetta verða meir enn árini frammanundan..

Nakrir av hesum hava vitja meir enn einafer, tí teir hava verið í Íslandi og longur, og hava lagt inn á leiðini báðar vegir, eins og onkrir kennast aftur frá  árunum frammanundan.

Bátarnir hava verið úr 13 ymiskum londum og eru tey:

Noreg  27,   Bretland og oyggjar 16,  Frankaríki 12,  Týskland 11,  Niðurlond 8,  Polen 5,   Danmark 4,  USA 4,  Sveits 4,   Svøríki 3,   Ísland 2,  Finnland 2  og Írland 1.

Tann fyrsti var “Panguay” úr GB, sum kom 15. mai, meðan tann seinasti er komin í morgun 09. okt og er tað “Vecton”  úr NL

Image2

 

 

 

 

 

 

Summarmynd úr Vágsbotni

Við so nógvum vitjandi hava nýggju bátafelagshølini, har manningar hava kunna fingið brúsu og klædnavask v.m, fingið seg roynd og verða hesi vónandi heilt liðug til komandi summar.

 

09.10.15 ÁS

Líknandi postar