Leiga av høli

Hølið verður bert útlánt til limir, íð hava havt limaskap og goldið limagjald í felagnum í minst Tvey ár. hølið kan bert leigast út til egin familjutiltøk 1 ættarlið upp og 2 niður hjá limi felagsins.

 

Hølið verður útleiga frá kl 10.00 til Kl 10.00 næsta dag

 

Leiðbeining fyri útleigan:

Góði limur!!

 

  • Tá søkt verður um loyvið at leiga hølið, skal upplýsast hvat hølið skal brúkast til.
  • Limurin skal verða tilstaðar til tiltakið.
  • Royking er ikki loyvd í hølum felagsins.
  • Ongin ventilatión er í hølinum, so ræstur matur, havhestur o.l kann ikki steikjast/kókast í hølinum.
  • Steintoy o.a. verður ikki lánt út úr húsinum.
  • Stólar og borð verða ikki lánt út.
  • Verður nakað brotið, verða tit biðin um at siga okkum frá, endurgjald kann verða álagt.
  • Hølið skal verða rudda og vaska áðrenn kl 10.00 dagin eftir.
  • Ruddið borðini og stólarnir burtur. (skulu stáplast)
  • Gólvið skal dustsúgvast og vaskast eftir nýtslu.
  • Heitt verður á tykkum at tøma ruskíløt. Rusk skal verði tikið úr hølinum eftir leigimálið
  • Minnist til at taka allar egnar lutir við heim, eisini gloymd klæðir.
  • Tit hava skyldu at halda møguligar almennar ásetingar, sum verða settar í sambandi við útleigan. Leigarin ábyrdast fyri ásetingunum meðan leigutíðin er.
  • Gjaldast skal áðrenn atgongd verður latin til hølið.
  • Váttan fyri gjalding skal sendast felagnum. Tá váttan er mótikin verður hølið avlagt
  • Prísur: 1500,00 kr / døgn
  • Limir, ið ikki yvirhalda hesa ásetingar, sleppa ikki at leiga hølið framyvir.

Hølið er upptikið hesar tíðir (Sí annars kalendara)

Mánakvøld 2000-ca.2300
Mikukvøld 2000-ca.2300
Leygardag 1000- ca.1300

Í hølinum kann dekkast upp til í mesta lagi 72 fólk

Hentleikar:

Stórt sjónvarp
20 borð. 70×120
80 stólar.
2 Vanligir ovnar
80 stk. Døgurðatallerkar , kaffistell, knívar, gaflar
Annað: Grýtur, pannir, steikigrýtir, serveringsføt

Meira fæst at vita við at skriva teldupost til [email protected]

Lásasystemið til felagshølið